18 limir skuldu veljast til umboðsráðið í hesum umfari. Úrslitið er, at 12 av teimum, sum sótu vóru afturvald. Trý av gomlu umboðunum, Margit Stórá, Jona U. Nielsen og Páll Petersen, stillaðu ikki upp. Tríggir av sitandi limunum gjørdust ov stuttir hesa ferð. Tað vóru Jens Sigurð Simonsen, ið fekk 220 atkvøður, Torben Nielsen, ið fekk 219 og Bergur Poulsen, ið fekk 217 atkvøður. Síðstvaldi á listanum, Klæmint Weihe, fekk 266. atkvøður, so teimum trimum væntaði beint undir 50 atkvøður.
Nýggju limirnir í umboðsráðnum eru Frankie Jensen, ið fekk 433 atkvøður, Heidi Kollsker, ið fekk 347, Robert Poulsen við 335, John Henrik Holm, sum fekk 331, Emil Jakobsen, sum fekk 325 og Petur í Króki við sínum 279 atkvøðum.
Fýra teirra, Frankie Jensen, Heidi Kollsker, Robert Poulsen og Emil Jakobsen, stillaðu upp fyri tveimum árum síðani, men gjørdust ov stutt. Tá fingu tey millum 141 og 195 atkvøður hvør. Tey fingu millum 130 og 242 atkvøður fleiri hesa ferð.