Ein trong og stuttlig tíð

Hóast rektarin í Studentaskúlanum í Hoydølum longu fyrst í 80unum var fastur gestur á skrivstovuni hjá undangongumanni sínum Arnbjørn Mortensen, so mundi tað neyvan varnast unga næmingaráðsformannin, at hann ein dag skuldi enda sum rektari á Føroya Studentaskúla.

Hóast núverandi rektarin í Studentaskúlanum í Hoydølum longu fyrst í 80unum var fastur gestur á skrivstovuni hjá undangongumanni sínum Arnbjørn Mortensen, so mundi tað neyvan varnast unga næmingaráðsformannin, at hann ein dag skuldi enda sum rektari á Føroya Studentaskúla.

- Umframt næmingaráðið, var eg eisini politiskt virkin, spældi sjónleik og tónleik og var virkin í øllum møguligum øðrum enn skúlanum. So mongu átalurnar inni á skrivstovuni hjá Arnbjørn eru enn livandi fyri mær, har hann lýtir alfaðirliga at mær og inniliga heitir á meg um at taka skúlan í størri álvara og møta betur upp, sigur Mikkjal Helmsdal og flennir. Hann var nýmálslingur og byrjaði skúlanum í 1980. Av tí, at hann var eitt ár í USA, gjørdi hann seg lidnan í Hoydølum í 1984.


Øgiligt trýst

Núverandi rektarin minnist fyrst av øllum tíðina í Hoydølum sum eina stuttliga, men eisini tronga, tíð.

- Umstøðurnar vóru sera trongar, minnist eg. Vit vóru líka nógvir næmingar sum nú, men kostdeildin var ikki bygt um til skúlastovur, og skúlin í Eysturoynni var ikki byrjaður enn. So tað var eitt øgiligt næmingatrýst, við nógvari skiftan millum stovur og langir skúladagar fyri at fáa alla undirvísingina avgreidda, minnist Mikkjal Helmsdal.


Virkin ungdómur

Men flokkarnir, sum hann gekk í vóru góðir við nógvum samanhaldi, tónleika- og sjónleikavirksemi eftir skúlatíð.

- Politiska orðaskiftið fylti sum heild nógv, bæði studentapolitiska og spurningurin um høgra og vinstri. Eg var virkin í næmingaráðnum, og minnist enn eitt stríð við leiðsluna um møtiskylduna. Og so hendan polariseringin millum høgra og vinstri, millum annað við øgiligum kjaki um innihaldið í felagstímunum, har næmingar skipaðu mentunarlig tiltøk í auluni. Har hevði tað stóran týdning, at javnvág var millum høgra- og vinstravongin. So har var ein rættiligt stríð millum smáar, men markantar bólkar, sigur Mikkjal Helmsdal.

Hann heldur, at tað gav ein góðan dám, at báðar kostdeildirnar enn vóru í Hoydølum tá, tí har var ongantíð manntómt.


Mitt í rokanum

Spurdur um hann kundi hugsað sær at verið næmingur í dag, sigur hann, at sjálvandi hevði tað verið stuttligt at verið 18 aftur.

- Hóast hølisumstøðurnar enn eru sera vánaligar, so hava næmingarnir nógv betri møguleikarnir eitt nú við at fara í dýpdina við tónleiki og sjónleiki. Var eg ungur og slapp at luttaka í sangleikum sum Fame, Sjeyk og Dreymakotið, so hevði eg verið mitt í rokanum, sigur Mikkjal Helmsdal.

- Men tað besta við at vera 18 er, at heimurin liggur opin fyri føtur tínar, sigur hann at enda.