Millum bátaprátini, sum Vilmund D. Jacobsen hevur gjørt á Rás2 í dag er eisini eitt prát við Julian Nolsøe úr Dali, sum er skipari umborð á grønlendska skipinum, Polar Nanoq, sum hevur fingið nógva umrøðu í samband við drápsmálið, tá íslendska Birna Brjánsdóttir var tikin av døgum.
Julian Nolsøe staðfestir, at talan var um eina sera tunga og torføra tíð hjá honum og allari manningini at koma ígjøgnum. Hann vónar ongantíð at sleppa at uppliva slíkt aftur. Hann er sera fegin um, at grønlendingurin, sum bleiv fríkendur siglir við Polar Nanoq í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Julian Nolsøe. Prátið snúði seg eisini um bátastevnuna í Vestmanna.