info
Ongi úrslit

Stór myndarøð: Føroyingar á ferð í Føroyingahavnini

Føroyingahavnin er einar 50-60 kilometrar sunnan fyri Nuuk. Í summar var undirritaði í Grønlandi, og í tí sambandi var eg ein túr í Føroyingahavnini, har nógvir føroyingar hava arbeitt í sínari tíð. Hendan greinin stóð at lesa í Sosialinum í august, tá vit skrivaðu um "Føroyingar í Nuuk".

Pætur Hjalmar Evensson
5. oktober 2023 kl. 13:20

Eitt av fremstu málunum hjá mær á mínum Grønlands­túri í summar var at sleppa ein túr til Føroyingahavnina.

Komin til Nuuk finni eg útav, at tað ikki er bara sum at siga tað. Tað krevur ein siglitúr á hálvanannan tíma, og tá skal veðrið eisini gjarna vera til vildar. At tað kostar dýrar dómar at sigla út við leigaðum báti, gjørdi málið enn meira vónleyst.

Men fríggjadag seinnapart ringir telefonin – tað er føroyski vinnulívsmaðurin í Nuuk, Edward Niclasen. »Skalt tú við í Føroyingahavnina? Vit fara klokkan 8 sunnumorgun«.

Dagin áðrenn hevði eg líka nevnt honum mína ætlan, og nú vísir tað seg, at hann og nakrir føroyingar, sum arbeiða hjá honum, fara ein túr í hansara báti.

Myndin er ikki tøk

Tað kundi eg sjálvandi ikki siga nei til – so sunnumorgun loysa vit frá landi úr kaiini í Qinngorput.

Myndin er ikki tøk

Vit fara fyrst til »gomlu Føroyingahavnina«.

Myndin er ikki tøk

Aftaná at hava gingið her eina lítla løtu, má eg staðfesta, at lýsingin »hin føroyski spøkilsisbýurin í Grønlandi« er ein einføld og beinrakt lýsing. Bygningarnir eru sera illa farnir, og inni í húsunum síggjast alskyns leivdir eftir fólk, sum hava búð, virkað ella vitjað her.

Millum annað sløðast gomul spøl sum eitt nú Matador og Domino, og so eru gamlir dunkar av pannukøkudeiggi, umframt gomul Ekstra-bløð frá 60’unum.

Myndin er ikki tøk

Jú, sanniliga er hetta specielt – sum at traðka inn í ein tíðarlumma frá fornari tíð. Ella kanska enntá í ein film. Tí avgjørt eru hetta góðar kulissur til ein thrillara.

Tað fyrsta, ið rennur mær til hugs, er The Walking Dead og Last of Us, ið báðar handla um ein postapokalyptiskan heim, har øll sivilisatiónin er oyðiløgd, men alt samfelagið stendur eftir, sum tað var.

Myndin er ikki tøk

Í hesum barakkunum búðu arbeiðsfólk og vitjandi. Barakkirnar vóru gjørdar í Noregi og sendar til Grønlands í modulum í 1953, sum arbeiðsmenn í Føroyingahavnini so settu upp.

Í einum av kømrunum er eitt skáp, har føroysk nøvn enn standa skrivað á. Allarhelst arbeiðsmenn, ið hava markerað sína tíð her við tussj.

Myndin er ikki tøk

Her síggjast sjálvsagt eisini fleiri ting, sum fólk í nýggjari tíð hava latið ligið her. Brennivínsfløskur, skrell og annað, sum onkur hevur havt við til eina útferð.

Myndin er ikki tøk

Aftaná at hava vitjað í »gomlu Føroyingahavnini« sigla vit víðari til Nordafar-støðina.

Tað er ringt at leggja telefonina í lumman, meðan man gongur her. Tí her er so nógv, sum má fotograferast. 

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

»Her hava teir gingið«, letur í einum av føroyingunum í okkara fylgi. Ja, her hava teir gingið, teir gomlu (og tær), og havt sín gerandisdag í eina tíð. Og tað løgna við tí er, at nógv er, næstan júst sum tá teir fóru, bara í nógv verri standi orsakað av veðrinum, tíðini og herverki.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Virksemið í Føroyingahavnini byrjaði í 1927, fá ár aftaná føroyingar byrjaðu at fiska undir Grønlandi.

Virksemið øktist, og í 1937 bleiv Føroyingahavnin roknað sum ein altjóða fiskivinnuhavn, sum útlendsk fiskiskip eisini kundu koma á. Um hesa tíðina komu eitt nú sjúkrahús, pakkhús og radiostøð á staðið eisini.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Í 1953 bleiv felagið Nordafar stovnað av norðmonnum, dønum og føroyingum. Nordafar útbygdi eina stóra støð eitt petti frá gomlu Føroyingahavnini, sum aftur fekk stóran týdning.

Men síðst í 60’unum minkaði virksemið spakuliga, og flakavirkið snaraði lykilin í 1975. Síðani yvirtóku føroyingar virksemið á havnarlagnum, inntil Nordafar fór á heysin í 1989 og bleiv selt á tvingsilssølu í 1990.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Hóast her er sera forfallið, stendur Føroyingahavnin í dag sum eitt sjarmerandi minnismerki fyri eina farna tíð, sum hevur havt sera stóran týdning fyri bæði Føroyar og Grønland.

Hetta staðið átti allir føroyingar at sæð, áðrenn tað verður renoverað ella ruddað.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Gamla bryggjan við Nordafar bleiv tikin niður, tí hon fórst so illa. Framvið her vóru flakavirki, frystihús við trimum stórum frystarum, móttøkuhøll og goymsla.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

17 minuttir síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

37 minuttir síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

47 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

1 tími síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

2 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur boðið Putin til G20-fund í Miami

3 tímar síðan
Tíðindi

Iran vísti myndir av dripnum børnum í ST

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Hernaðarvenjing í Vestmanna

3 tímar síðan
Tíðindi

Hetland setur undir­sjóvar­tunnil til Yell fremst

4 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendskar fyrstuhjálparsamskiparar

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um kostnaðin av nýggjari Steno Miðstøð

4 tímar síðan