Eftir at Halleluja-Sofus var farin av palli, á síni Harley, sjálvandi, trein Sif Gunnarsdóttir á pallin, at handa heiðurin fyri ársins útgávu ella konsert og ársins bólk ella kór í opna bólkinum.
Bretski tónasmiðurin Gavin Bryars varð fyri løtu síðani heiðraður í Norðurlandahúsinum. Hann vann prísin fyri ársins útgáva ella konsert fyri fløguna Høvdingar hittast, ið kom út fyri góðum ári síðani.
Verkið Høvdingar hittast var framført í Norðurlandahúsinum í 2011. Verkið er íblást av søgunum um Trónd í Gøtu og Egil Skallagrímsson, og í Norðurlandahúsinum vóru tað Eivør Pálsdóttir og Rúni Brattaberg, ið vóru solistarnir, sum framførdu saman við Aldubáruni og Eystanljóði.
Upprunin til verkið var eitt verk, sum Gavin Bryars skrivaði í samband við at standmyndin av Tróndi í Gøtu var reist í Gøtu.
Hini tilnevndu vóru konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri saman við finska violinspælaranum Pekka Kuusisto og útgávan Cesurae hjá bólkinum við sama navni.
Heiðurin fyri ársins bólk ella kór í opna bólkinum fór fyri løtu síðani til Yggdrasil. Síðani 1981, tá Kristian Blak stovnaði Yggdrasil, hava teir ríkað føroyska tónleikaheimin við sínum sermerktu tónum. Saman við bæði føroyskum og útlendskum gestatónleikarum, hevur Yggdrasil skapað øðrvísi tónleik, enn vit eru von at hoyra, ofta í tættum sambandi við aðrar listagreinar. Meðan tónleikararnir oftast hava ein bakgrund innan jazz-tónleikin, er ikki óvanligt, at etniskur tónleikur, fólkatónleikur, rokkur ella klassiskur tónleikur spælir onkran leiklut, eins og at improviseringin altíð spælir ein stóran part í verkunum hjá Yggdrasil.
Hini tilnevndu til ársins bólk ella kór í opna bólkinum vóru kórið Xperiment, við Sigrið Sivertsen á odda og jazzbólkin Bergur Nielsen Trio.