Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer spakuliga í ein eystan og landnyrðing, og síðani kemur eitt rák við ælaveðri av útsynningi. Týsdagin fer enn eitt lágtrýst við regni framvið okkum og síðani eitt kalt rák við ælaveðri av vestri. Hósdagin kemur enn eitt brúgvalag við regni inn yvir Føroyar av útsynningi og síðani streymar uppaftur kaldari luft og æl inn yvir okkum.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, út á dagin gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og í nátt sum frá líður regn. Hitin millum 8 og 11 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 9 og 11 stig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 7 og 10 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Sólin sær, hóast okkurt æl. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 11 stig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, seinni fyri tað mesta av útnyrðingi. Samdrigið og æalveður, um náttina aftur skýggjað. Hitin millum 6 og 11 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein vestan og útsynning. Sólglottar og ælaveður, serliga fyrrapartin. Hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10m/s. Sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 11 stig.