Ein vanlukka fyri Havnina

Tað er eingin skomm at bakka, sigur Løgmaður við borgarstjóran í Havn

 

At byggja eina bingjuhavn beint frammanfyri Skansan, er ein vanlukka fyri Havnina

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Á Facebook í morgun helt hann, at tað hevði verið vert at kanna eftir um tað ikki var eitt hugskot at bygt eina havn í Eysturoy fyri 150 milliónir krónur, heldur enn risastóru byggingina frammanfyri Skansan í Havn fyri 400 milliónir.

Hann vísir á, at Eysturoyartunnilin er á veg og tá er stutt ímillum havnirnar.

Við Kringvarpið í Havn helt hann, at Eysturoyggin var eitt gott boð upp á eina meginhavn fyri alt landið.

Hann heldur, at sigur, at vit kunnu ikki brúka 400 milliónir upp á eina havn í Havn, tá ið ein betri havn kann gerast bíligari í Runavík.

Samstundis eru stór virki í Eysturoy og Norðoyggjum og tað býður honum ímóti at leggja eina bingjuhavn bein frammanfyri Skansan.

 

Hetta fekk borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, at loysa frá posabandinum og biðja løgmann halda fingrarnar vekk.

Samstundis verður løgmaður skuldsettur fyri at vilja taka livibreyðið frá 700 familjum í Havn, sum onkusvegna hava tilknýti til Tórshavnar Havn.

- Eg trúði at eg sum borgari í høvuðsstaðnum, har sum eg eri føddur og uppvaksin, og sum løgmaður kundi hava eina meining, sigur løgmaður

- Tað er eingin skomm at bakka, men at byggja eina bingjuhavn frammanfyri skansan er ein vanlukka fyri býin, sigur løgmaður nú seinnapartin.