Ein Vetrarferð

? Ein melankolsk ferð ígjøgnum Russland

Luc Delahaye: Winterreise.
2000 Faidon Press Limited,
London, 232 s. (av myndum). 395-425 kr. (ymiskir prísir í Danmark)
ella £19.96 (á www.Amazon.co.uk).


Hvat er Nijni Novgorod, Perm, Tyumen, Omsk, Mariinsk, Krasnoyarsk? Jú, russiskir býir, men hvat er har? Hvør er har? Og hvat gera fólk har? Hvussu hava fólk tað veruliga í Krasnoyarsk, Norilsk, Ulan-Ude ella í Vladivostok?
Fotografi - at taka eina mynd er sum at mála løtuna, ið fer nú, ja, nú er hon farin. Banalt, nú eru vit her og tá tók onkur eina mynd og so eru vit altíð har, altso í myndini. Men bert eitt brot, ikki kjarnin og ikki meiningin við okkara lívi, men ein søga, ein løta. Men lívið er jú ikki annað enn løtur, tað er sannleikin um lív okkara. Lívið er ein ferð gjøgnum eina røð av løtum. Fotolistin arbeiðir við hesum viðurskiftum og kann tí siga okkurt annað enn aðrar listagreinar.
Tað listafrøðiliga er ymiskt frá landi til lands. Soleiðis finst nakað dupult í upplivingum okkara, tá vit ferðast. Vit síggja, at heimurin sær soleiðis út, sum vit vilja síggja hann og sum vit hava sæð hann í sjónvarpinum. Men tó síggja gøturnar í Omsk, Riga, New Orleans ella í Køln ikki soleiðis út, sum vit hildu. Vit merkja, at tíðarandin, ljósið, byggimynstrini eru ymisk í veruleikanum og at fólkini eruhelst ikki sum vit hildu tey vera. Alt finst sum munir og líkheitir í mun til okkara innara rúm, ið ferðin nærum altíð førkar og veksur. Fjølmiðlarnir í dag seta alt fram fyri okkum í senn og órógva mangan mátan vit fata og skilja umheimin. Eingin nýtist tí av álvara at ræðast altjóðagerðingina, tí hon kemur aldrin at gera okkum heilt eins. Tað kemur t.d. ongantíð at lukta á sama hátt í Singapore sum í Vladivostok ella í Sumba. Ljósið, mentanin og fólkini fara altíð at vera ymisk um enn fjølmiðlarnir eru nærum eins. Fjølmiðlarnir eru og verða ongantíð sum veruliga lívið.
Frá november 1998 og til mars 1999 var franski fotografurin Luc Delahaye í Russlandi og tók myndir til bókina Winterreise, ið kom út í fjør. Fyrsta myndin, vit síggja frá Russlandi, er ikki vanligu ikonurnar frá sjónvarpinum, ið oftast eru frá Moskva - frá bíðirøðum, men frá einum ruskplássi, har ein maður millum rusk og kava leitar eftir onkrum av virði. Hin næsta myndin er av einum deyðum heimleysum manni, ið er funnin í einum kjallara ? helst frystur í hel. Næsta myndin er av tveimum sorgarfullum smábørnum, ið syrgin sita á eini song og líta niður. Síðani kemur ein myndarøð um ein illa klæddan mann og eina konu, ið sita og drekka vodka í einum sera ljótum køki, har endin er tann, at konan dettur av og liggur víðopin í øllum klæðunum á songini. Soleiðis er henda bók. Við neyvari og pínufullari realismu fáa vit dagligdagin hjá vanliga russaranum kring stóra landið at síggja. Kolanámsmenn og fólk, sum sleipa kol gjøgnum kavan. Ein røð er av fólki, ið eru avdottin ella hava tikið yvirdosis av onkrum rúsevni. Har eru myndir av fólki, sum eru niðursligin og liggja bløðandi á gøtuni í kavanum. Onnur álopin, tí tey hava órógvað russisku mafiuna.
Hetta er ein brúnur heimur, eitt fyrrverandi vælvirkandi land. Ein tristur heimur av gráum bygningum, skitnari luft og svørtum kava. Ein melankolsk ferð í eini melankolskari verð. Sum ein filmur av finska instruktørinum Kaurimaki, men nógv verri enn ein slík finsk luksusmelankoli. Hetta eru fátøk, líðandi, heimleys og mangan desperat fólk, ið royna at liva í Russlandi í nýggju øldini.
Ein ferð til æviga veturin
Hvat er Nijni Novgorod, Perm, Tyumen, Omsk, Mariinsk, Krasnoyarsk, Krasnoyarsk, Norilsk, Ulan-Ude ella Vladivostok? Ymisk fólk kunnu bert koma við ymiskum boðum. Eitt teirra er frá fotolistini Luc Delahaye. Hann hevur tikið myndir av mongum kreppum kring heimin og soleiðis fingið nógvar altjóða virðislønir, so sum Robert Capa Gull Merkið, og fyri bókina: Winterreise frá 2000 hevur hann fingið Oscar Barnack prísin. Delahaye hevur eisini givið út bøkurnar: Portraits/l (1996), Mémo (1997) og Láutre (1999).
Fremst av øllum er Delahaye ein Magnum fotografur, t.v.s. at hann er við í heimsins fremsta bólki av myndamonnum. Magnumbólkurin, ið byrjaði í 1947, er skaptur av teim heimskendu fotografunum Robert Capa, Henri Cartier-Bresson, George Rodger og Davis Seymor. Magnumbólkurin hevur í dag limir um allan heim, men tey eru tó bert 60 í tali. Tað er tí sera torført av gerast limur í hesum elitera bólki. Danir eiga bert ein lim, ið er hin ungi Joachim Ladefoged. Magnumfotografarnir eru væl skipaðir og teir hava t.d. redaktiónir í París, New York, London og í Tokyo. Teirra netverk av agentum er við til at geva okkum myndir av heiminum. Magnumfólkini vilja vísa heimin í dag og heimin sum hann er. Stílurin er mangan sosialrealistiskur og lætt er at kenna ?Magnumfingramerkið?. Tað er mangan skeivt og ljótt, men altíð ómetaliga góðar, ræðuligar, skelkandi myndir ? ongantíð keðiligar ella ov abstraktar. Fyrr vóru Magnumfólkini kend fyri svarthvítar myndir, men í dag eru teir ungu farnir undir bert at arbeiða við farvum.
Eg bar eygað við myndirnar hjá Luc Delahaye á Lousiana í Humlebæk uttan fyri Keypmannahavn í fjør vár. Hann var við á stóru Magnum framsýningini, ið ferðast kring heimin í hesum døgum. Hansara myndir av talibanunum í Afganistan, frá Tjetjenia, Kroatia og av bosniska herinum vóru sera ógvusligar og góðar. Tí var tað náturligt, at eg vildi síggja meiri, og tí keypti eg eina bók hjá honum ? og fór á vetrarferð til Russlands.
Ófatulig líðing
Vitandi at stolt er stóra tjóð
okkara
vitandi at fólkið, ið altíð hevur
kent líðing
dømd at liva goymd, sum í teirra
armóð
í hæddini av niðurgerðing, klárt
síggja seg sjálvi.

Luc Delahaye

Vit fylgja vanliga russaranum um morgunin, har hann bíðar eftir bussum og tokum ? bláfrystur í kulda. Her er tunglyndi, eingin sjónleikur, ið listafólk dámar at gykla fyri sær, sum nakað meiri innarligt og spennandi. Her eru fólk, ið ikki kunna annað enn at royna at liva eftir umstøðunum.
Heitið vetrarferð er eisini ein góður metaforur fyri støðuna í Russlandi í dag, sum er sum ein langur vetur. Vónandi kunnu russar skjótt uppliva eitt vár og eitt summar. Seinastu nógvu myndirnar frá Russandi eru av skógi, myrkur vetrarskógur í kava helst tikið frá einum toki, ið koyrir skjótt. Henda endaleysa endurtøkan av myndum av skógi er sum mynd av øllum Russlandi. Har er nærum eingin glotti, bert endaleysir skógir, kavi, myrkt og kalt. Tó er hin seinasta myndin av sól ? kanska várið er um at koma? Og kanska landsins æviga vetrarferð er um at vera av?
Lívið á ferð
Fotografurin tulkar veruleikan og komponerar altíð, men hann er mangan sterkastur sum eitt nú Delahaye, tá hann bert registrerar tilveruna hjá fólki og merkir sær umhvørvið. Hin nakna løtan finst áðrenn vit hava endurskapt tryggleikan og eru byrjað at gera okkum til. Hin góða myndin finst mangan, har vit ikki hava mist tamarhaldið, tí vit hava enn ikki funnið tað, tá vit ikki vita, hvat hendir ella hvat skal henda okkum í lívinum. Tað er frummenniskjaliga støða okkara sum Delahaye vil fanga og ikki bert Russland, tí vit liva okkum inn í líðingina og tað óendiliga trista lívið. Hetta er einki annað enn eitt meistaraverk innan fotolistina.