Løgmaður eigur at taka uppskotið um eina føroyska stjórnarskipan, aftur.
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður fyri Fólkaflokkin, og limur í formansskapinum í Løgtinginum.
– Eg rokni við, at nógvir føroyingar eru ørkymlaðir av øllum teimum sera ymisku signalunum, sum koma frá politiskari, og aðrari síðu, í sambandi við uppskot til stjórnarskipan, sum løgmaður hevur lagt fyri løgtingið og ætlar at fáa út til fólkaatkvøðu næsta ár, sigur hann nú í eini fráboðan.
– Løgtingsskrivstovan er komin við óvanliga kraftigum og álvarsligum viðmerkingum í sambandi við málið. Sagt verður m.a.: »Umsitingin heldur ikki, at uppskotið í verandi líki er búgvið at leggja fyri tingið, serliga tá talan er um eina komandi stjórnarskipan, sum eftir ætlan skal vera karmur um rættarsamfelagið Føroyar í komandi tíðum.«
Jógvan á Lakjuni heldur, at hetta er sera álvarsamt og sjálvur heldur hann heldur ikki, at málið als ikki er búgvið at leggja fyri tingið, hvørki innihaldsliga ella á annan hátt.
Hann heldur, at við teimum royndum hann hevur í politikk, er tað ógvuliga bláoygt at koma í tingið við tí nú, og seta eina nevnd at viðgera málið og halda, at tað kemur úr aftur nevndini, klárt at senda til fólkaatkvøðu.
– Vil løgmaður málinum væl, og meinar hann tað í álvara, at vit skulu hava eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, fari eg vinarliga at heita á hann um at taka málið aftur og heldur seta eina nevnd uttan fyri Løgtingið, við umboðum úr teimum politisku flokkunum, saman við øðrum góðum fólki, at viðgera málið av nýggjum, sigur Jógvan á Lakjuni.