Eina betri bussleið – takk !

Jákup Dam
-----

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu kann av sonnum lýsast sum ein sólskinssøga. Hetta er ein tænasta, sum borgarar í kommununi eru glaðir fyri. At tað so eisini er ókeypis at ferðast við hesum bussum, ger søguna ikki verri.
Ferðaætlanin fyri bussleiðina er í flest førum góð – tí í flestu støðum koyra bussarnir tríggjar ferðir um tíman. Hetta má sigast at vera sera góð tænasta. Men hyggja við eftir leið 4, sum er leiðin til Kollafjarðar, so sær heilt øðrvísi út. Her er als ikki talan um eina ferðaætlan, ið er nøktandi fyrí teir umleið 1000 íbúgvarnar í Tórshavnar kommunu, sum eru í teirri serligu støðu at búgva í útjaðaranum av kommununi. Bussleiðin koyrir bara heilt fáar túrar hvønn gerandisdag og als ikki leygardag og sunnudag. Tað er sjálvandi gott, at fólk í Kollafirði sleppa til Havnar í sambandi við skúla og arbeiði um morgunin og til hús aftur eftir loknan skúla- og arbeiðsdag, men tað er als ikki nøktandi fyri øll onnur, sum eisini hava ørindi í Havn mitt um dagin, at møguleikin fyri at kunna fara til Havnar og koma aftur til Kollafjarðar við býbussinum er so vánaligur, sum hann er nú. Støðan er í veruleikanum tann, at kollfirðingar ikki hava sama møguleikan at ferðast við bussleiðini sum aðrir borgarar í kommununi. Hetta rakar t.d. bæði skúlan og stovnar í bygdini, sum ofta mugu leiga buss til Havnar, tá ið tiltøk av ymsum sløgum eru í Havn.
Umframt at bussleiðin verður brúkt sum ferðasamband millum Kollafjørð og Havnina, so kundi hon eisini verið nógv brúkt í Kollafirði, tí øllum kunnugt, so er langt at ferðast í sjálvari bygdini. Sum nú er, ber næstan ikki til at brúka bussleiðina til at ferðast við í i bygdini, tí at bussurin koyrir alt ov sjáldan. Tað er tí neyðugt hjá kollfirðingum at brúka bilin, um teir skulu onkur ørindi aðrastaðni í bygdini, og foreldur brúka nógva tíð uppá at koyra børnini til t.d. ítrótt og heinta tey. Hetta sleppa fólk í sjálvum høvuðsstaðnum undan, tí at tey hava møguleika at brúka bussarnar fleiri ferðir um tíman.
Eftir mínari meining er tað ikki í lagi, at fólk í Kollafirði eru fyri so stórum vanbýti í mun til aðrar borgarar í kommununi hvat bussleiðini viðvíkur. Tað er ikki neyðugt, at bussleiðin koyrir tríggjar ferðir um tíman , men hon má koyra so mikið ofta, at til ber hjá fólkinum í bygdini at brúka hana bæði í samband við høvuðsstaðarvitjan og ferðing í bygdini, uttan at allur dagurin fer til at bíða eftir næsta bussi.
Verði eg valdur í býráðið, fari eg m.a. at arbeiða fyri eini betri bussleið.
Um tit kollfirðingar vilja hava eina sterka rødd, sum veruliga umboðar bygdina, í býráðið, so vel Jákup Dam á lista E.