Einaferð B36 altíð B36!

Tað sigur Malan Eyðunsdóttir. Henni dámar nærum allan tónleik, og gott veður og positiv fólk gera hana í góðum lag. Hon elskar sól og strond, og so sigur hon ikki nei takk til ræst kjøt og turkað tvøst og saltað spik.

Hvat er starv títt?
Eg eri lærari í Tórshavnar Kommunuskúla.


Hvørja uppliving í starvinum minnist tú best og hví?
Tað er ringt at taka dagar ímillum upplivingarnar í starvinum sum lærari. Hóast til tíðir strævið, so er tað eitt sera gevandi starv við nógvum góðum avbjóðingum. Og mínir næmingar og ikki minst starvsfelagar geva mær nógvar góðar upplivingar.


Hvat er gott við starvinum?
Fyri meg er tað so lívsjáttandi at vera saman við okkara deiliga ungdómi. Eg undirvísi nærum burturav í framhaldsdeild, og eg eri so errin av at eiga ein lut í menningini av føroyska ungdóminum. Tey eru so fitt og skilagóð, og eg kann eisini læra nógv av teimum.


Hvønn tónleik dámar tær best?
Mær dámar nærum allan tónleik. Eg lurti eisini nógv eftir føroyskum tónleiki, og vit eiga nógv sera gávurík fólk, ið skapa fantastiskan tónleik. Í løtuni er tað serliga countrytónleikinum, ið eg lurti nógv eftir. Hetta er í sambandi við eina heldur øðrvísi, men tó sera spennandi og avbjóðandi uppgávu, ið vit í Flammu hava fingið. Vit skulu spæla á Country Festivalinum, ið verður í juni. Og eg havi veruliga fingið eyguni, ella rættari oyruni upp fyri countrytónleikinum. Fyrr helt eg hann vera dekan ov "bygdasligan", men tað er veruliga nógvur góður countrytónleikur til.


Hvat ger teg í góðum lag?
Gott veður og positiv fólk.


Hvat ger tú í frítíðini?
Ein stórur partur av míni frítíð fer til tónleikin, og tað er nakað, ið eg elski og gangi uppí við lív og sál.


Ferðast tú í egnum landi?
Eg kundi hugsað mær at ferðast nógv meira í Føroyum. Tað besta, eg veit, er at vera í Froðba, har pápi mín er uppvaksin. Har er so deiliga friðsælt at vera, og børnunum dámar tað eisini sera væl. Suðuroyggin er fantastiska vøkur, og suðuroyingar eru eitt deiligt og sjarmerandi fólkaslag :)
Vit plaga eisini onkuntíð at tjalda við vinfólki og børnunum, og í summar hava vit ætlanir um at tjalda í Dølum á Viðareiði. Har er gott at tjalda, og vit mugu skunda okkum, áðrenn tunnilin kemur, tí tá verður tað ikki tað sama.


Hevur tú húsdjór?
Ja, vit eiga eina fitta kettu, sum eitur Misha. Vit fingu hana gjøgnum Djóraverndarfelagið fyri gott og væl einum ári síðani, og tá var hon bert ein lítil kettlingur. Nú hevur Misha lagt 4 sera fittar kettlingar, so her fult hús av kettum.


Er tú til aktiva feriu, ella vil tú sleikja sól á strondini?
Eg ELSKI sól og strond, so eg má viðganga, at eg nokk eri mest til at sleikja sól á strondini. Um tað at svimja við delfinum á Kuba telur við sum aktiv feria, so eri eg so avgjørt eisini til tað ;)


Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Mær dámar sera væl dokumentarsendingar. Men eg eri eisini ein filmselskari og havi sæð nærum allar filmar. Tó eru tað serliga Zombie-filmar, ið hava mín áhuga. Eg elski súsið og spenningin.
Tað nýggja rákið í løtuni er sjónvarpsrøðir á eitt nú Netflix, og tær havi eg eisini sæð nokk so fitt av. Tó er The Walking Dead so avgjørt mín yndis sjónvarpsrøð.


Hvønn ítrótt dámar tær best?
Sum áskoðari er tað sjálvandi fótbólturin, sum mær dámar best. Einaferð B36 altíð B36! Eg havi íðka nógvan ítrótt sum yngri, og har var tað serliga hondbólturin, sum mær dámdi best.


Hvat er tín lívrættur?
Føroyskur matur sum heild. Serliga ræst kjøt og turkað tvøst og saltað spik.


Hvør bók liggur á náttborðinum?
Blind Gudinde hjá norska krimihøvundanum Anne Holt.