Einaferð var tað... ein arabisk gylt øld - um ein svartan smáfugl úr Andalusia

»Arabiska fólkið er útdeytt. Einki er okkara íkast til mentan og menning í dagsins heimi!« So dapurskygdur var arabiski yrkjarin, sýrin Adunis, í samrøðu við eina almenna sjónvarpsrás í Dubai. Aðrar tunglyntar røddir úr arabiska heiminum finnast eisini, ið eru eins uppgevandi. Men einaferð var støðan ein onnur.

Arabisk og muslimsk mentan hevur borið við sítt absolutta lágpunkt. So siga fleiri arabiskar røddir, blaðskrivara og eygleiðarar. Sambært Adunis, er grundin til omanfyrinevndu, ógvusliga døpru staðfesting hansara, at arabiska mentanaríkastið til heimin í dag ikki sæst aftur. Ein annar tunglyntur, arabiskur skribentur er Turki al-Hamad, hjá tíðindablaðnum Sharq al-Awsat. Stutt eftir miseydnaðu yvirgangsatsóknirnar í Skotlandi og London, tók hann sama tráðin upp eftir Adunis – hesin tó ikki líka dapurskygdur sum sýriska skaldið: »Fleiri í arabiska heiminum styrkja eina mentan har deyði, vónloysi, hevnd og ein vónleys dyrkan av fortíðini verða lovprísa.« Men, sum longu sagt, einaferð var tað annarleiðis.

 

Ein onnur tíð

Í 9. øld, tá ið landnám Føroya varð við at gerast veruleiki, sótu muslimskir arabarar við valdinum á sponsku hálvoynni. Forfedrar teirra komu upprunaliga av arabisku hálvoynni ella øðrum støðum eystanfyri í arabiska heiminum. Baghdad var heimsins metropolur og mentanarmiðdepil.

Tá var tað arabarar, sum komu við tí nýggjasta nýggja og fleiri av teimum avgjørdu ráðandi rákini, um tað so var móti, tónleikur ella vanlig, gerandislig brúksmentan – eisini slík rák, sum enn í dag gera seg galdandi hjá okkum. Í hesum var Andalusia, ella al-Andalus, sum arabarar fyrst nevndu tað muslimska Spania, ein týðandi liður. Við útgangin av 10. øld leitaðu lesandi úr Fraklandi, Bretlandi og øðrum pørtum av Evropa, helst eisini Norðurlondum, til Andalusia, serliga til Kordoba, at nema sær kunnleika innan heimspeki, læknavísind og vitja stóra bókasavnið í býnum.

 

Ein tónleikari og mentamaður við sætið hjá kaliffinum Abd al-Rahman II í Kordoba var um nakað annað ein maður frammanfyri sína tíð og samstundis eisini ein ímynd uppá glæsiligu, klassisku arabisku mentanin. Hesin var eisini við til at grundleggja Kordoba sum ein mentanarmiðdepil, sum hesin við tíðini bleiv. Klædnamóti, ið fylgir árstíðunum, tað at brúka tannbustina, at byrja eina máltíð við suppu og enda við dessert, alt hetta og meiri verður ført aftur til hendan tónleikaran og mentamannin, eyknevndur Ziryab – upprunaliga navn hansara var Abu al-Hasan Ibn Nafi.

 

Ziryab kom í 822 til Kordoba, allan vegin úr Baghdad. Og hann var vælkomin við sætið hjá Abd al-Rahman II, tí hann var kendur fyri sínar gávur at yrkja og somuleiðis stinnur innan søgu, stjørnufrøði og landalæru.

Hann kom upprunaliga úr Baghdad. Helst var hann føddur har og í øllum førum uppvaksin har. Navnið »Ziryab« er úr arabiskum lágmáli, tvs. her norðurafrikanskari, arabiskari dialekt, og merkir stari ella svartur smáfuglur. Hetta kemst av hansara dimmlittu húð og hansara framúr góðu taligávum. Hann varð uppvandur sum tónleikari við sætið hjá kaliffinum í Baghdad, Harun al-Rashid. Her var tað lærumeistari hansara Ishaq al-Mawsali (ella Ísak úr Mosul), sum fekk eyga og hoyra á hendan úrmælingin, sum seinni fór at verða mettur sum ein høvuðsmaður innan tónleikin í arabisku siðmenningini. Ziryab noyddist tó at rýma úr Baghdad og undan sínum lærumeistara, sum skjótt bleiv bangin um sítt egna starv hjá kaliffinum – so siga søgubøkurnar.

 

Fjakkandi mentanarstovnar

Hetta var als ikki óvanligt at mentamenn, sum vóru kringir í skrivaða orðinum, til yrkingar ella tónleik, pakkaðu saman og ferðaðust langar leiðir fyri at finna ein valdsharra, sum hevði áhuga í at húsa hesum fjakkandi mentanarkeldum. Hetta er eitt afturvendandi og forkunnugt fyribrigdi í arabiska heiminum longu frá uml. ár 750 og fram: at slíkir mentamenn og úrmælingar fingu skjól og starv við kongasætir kring allan tann arabiska heiminum, sum tá rakk eysturum Iran og vestur, alt Norðurafrika, til atlantarhavsstrondina í Spaniu, norðureftir inn í núverandi Turkaland og suðureftir inn í Afrika.

Áðrenn Ziryab kom til Kordoba var hann í tíggju ár í tænastu hjá valdsharranum í Kayrawan, dagsins Tunesia. Sambært norðurafrikanska søgufrøðinginum al-Maqqari úr 17. øld var tilboðið frá Abd al-Rahman til Ziryab sera gott. Lønin var sera góð og umfevnandi, hann fekk egna borg, summarhús og bóndagarðar úti á landinum. So yvir nátt gjørdist Ziryab ríkmaður og partur av fínara slagnum í tí muslimska Spania. Ziryab kom at sita sum eitt slag av mentamálaráðharra. Kaliffurin Abd al-Rahman hevði brúk fyri slíkari hámentan, sum Ziryab kom við úr Baghdad, til betri at grundfesta sítt vald í økinum. Tá var hetta økið, sum nýliga var hertikið, roknað sum ein mentanarlig oyðimørk. Ein tann fyrsta verkætlanin, sum Ziryab fór undir, var ein tónleikaskúla. Hesin tónleikaskúli lat upp fyri nýggjum slóðum innan tónleiksiðvenju og var tað her, at Ziryab grundlegði tónleikasiðvenjuna í tí muslimska Spania. Tað er innan arabiska tónleikin, at hansara eftirmælið stendur sterkast. Men hansara áhugi og ávirkan steðgar als ikki við tónleikinum.

 

Fyrst súpan, omaná okkurt søtt

Fleiri matuppskriftir komu til Spania við Ziryab. Men ein borðskikkur, ið hvørki var kendur í Damaskus ella Baghdad, var tann at byrja máltíðina við súpan, síðan yvir til fisk, fugl ella kjøt og so, til seinast, frukt, eitthvørt søtt ella nøtur. Hesin borðskikkurin úr andalusiska køkinum spreiddi seg um alt landið, eisini millum jødar, kristin og tey lægri standandi og síðan til alt Evropa.

Frá borðskikkum til klædnamóta og hárstíl. Tað sigst eisini, at Ziryab stovnaði ein fríðkanarskúla, har nýggj hársnið komu fram bæði til menn og kvinnur. Og samstundis gjørdi hann hin fyrsta mótaalmannakkan í Spania, har klæðir og litir, ið hóskaðu best til árstíðina. Hvítt til summarið og til vári okkurt litríkt og ljóst til várið.

Tá teir lesandi vendu aftur úr Kordoba, til Bretland, Frakland og onnur lond, tóku teir ikki bara nýggja vitan við sær heimaftur, men harumframt list, tónleik, borðskikk, klædnamóta og meiri. Ziryab, svarti smáfuglurin úr Baghdad, var avgjørt ein orsøk til at slíkt kom norðureftir til tað kaldara Norðurevropa.

 

 

 

BROT ÚR TEKSTINUM:

Klædnamóti, ið fylgir árstíðunum, tað at brúka tannbustina, at byrja eina máltíð við suppu og enda við dessert, alt hetta og meiri verður ført aftur til hendan tónleikaran og mentamannin, eyknevndur Ziryab.

 

 

BROT ÚR TEKSTINUM:

Við útgangin av 10. øld leitaðu lesandi úr Fraklandi, Bretlandi og øðrum pørtum av Evropa, helst eisini Norðurlondum, til Andalusia, serliga til Kordoba, at nema sær kunnleika innan heimspeki, læknavísind og vitja stóra bókasavnið í býnum.