Randi Jacobsen
Tað ber væl til at vera einsmallur skúlanæmingur á útoyggj og kortini duga at ferðast i flokki.
Døgg úr Dímun er eitt gott dømi um hetta.
Vanliga gongur hon í skúla í Dímun og verður undirvíst av læraranum Búa Brattaberg.
Men í minsta lagi sjey vikur í skúlaárinum skal hon vera í Havn, tí tað hevur Mentamálaráðið avrátt.
Foreldrini ráða sjálv fyri, nær gentan skal í skúla í Havn. Tað verður lagað eftir arbeiðinum í Dímun.
Tær vikurnar, Døgg er í Havn, gongur hon í fyrsta flokki í Tórshavnar kommunuskúla, og hinir næmingarnir rokna hana sum ein part av flokkinum. Hon fellur natúrligt inn í flokkin. Tað sama ger lærari hennara Búi Brattaberg, sum er saman við henni í skúla í Havn.
- Hinir næmingarnir eru við uppá, at vit skulu bíða við tiltøkum, til tá ið Døgg er her, sigur flokslærarin Brynhild Kamban.
Best í Dímun
Seinastu tvær vikurnar var Døgg í Havn, men hóast henni dámar væl í 1. b og at gista hjá ommuni og abbanum, gleddi hon seg nógv fríggjadagin at fara út aftur til Dímunar.
Sosialurin vitjaði 1. b fríggjamorgunin, tá ið teir 24 næmingarnir í flokkinum høvdu rokning. Har vóru bæði roknilærarin, lærarin í Dímun, og flokslærarin Brynhild Kamban var inni á gólvinum.
Flokkarnir hava eina sínamillum kapping um best røktu skúlastovu, og fyri jól fall avgerðin. 1. b vann og fekk aftur fyri ein túr av bovla. Tey bíðaðu við at fara at bivla, til Døgg nú kom til Havnar, so at hon eisini kundi vera við.
- Hetta er ein einastandandi góð skipan, bæði fyri Døgg og meg, sigur Búi Brattaberg, sum annars býr í Havn.
Velja tónleik
Flokkurin er ikki ein vanligur 1. flokkur. Áðrenn skúlaárið byrjaði, kundu næmingarnir og foreldur teirra velja, um næmingarnir vildu fara í henda flokkin, sum nevnist Litir í Leiki. Tað er ein tónleikarflokkur.
Næmingarnir hava allar tær vanligu lærugreinarnar, men umframt tað hava tey nakrar tónleikartímar um vikurnar. Tá venja tey bæði i flokk og hvør sær.
Skipanin við tónleikarflokkinum er eisini ein granskingarætlan av, hvussu tað avirkar børn at spæla tónleik.
Tað krevur nakað av foreldrunum at lata barnið fara í tónleikaflokk, tí tey binda seg til at venja 20 minuttir saman við barninum heima hvønn dag. Hetta ber ikki til, um foreldrini ikki stuðla fult og heilt.
Børnini kunnu velja millum ljóðførini fiól, cello, tvørfloytu, kontrabass og akordeon.
Døgg valdi fiólina, men annars plagar hon eisini at spæla á klaver og gittara.
Vit sita og práta í flokkinum, men knappliga fer Døgg á føtur, tí hon skal til fiólspæl, og tað er í einum øðrum húsi.
Í skúlastovuni eru fleiri næmingar. Teir flestu ganga í øðrum flokki, og henda dagin var bara Døgg úr fyrsta flokki.
- Vit spæla eftir nótum, onkuntíð venja vit bara, men onkuntíð spæla vit sangir, sigur Døgg, sum heldur tað vera stuttligt at spæla á fiól.
Ein avbjóðing
Lærari í fiólspæli er Angelika Nielsen, sum eisini undirvísir í musikkskúlunum.
Spælið gongur væl. Børnini eru hugagóð og vilja treyðugt gevast, tá ið lærarin biðjur tey sleppa fiólini.
Hon heldur tó, at Døgg er ein av teimum fremstu næmingunum í fiólspæli.
Tá ið Døgg er í Dímun, hevur hon ongan tónleikarlærara har. Men ráð eru fyri tí. Eins og skúli hava tey í Dímun skype, og Angelika undirvísir Døgg um skype.
- Tað er ein stór avbjóðing fyri meg sum lærara at undirvísa upp á henda mátan, men tað riggar, sigur Angelika Nielsen.
Tó ber ikki so væl til við samspæli yvir skype, tí ljóðið er eitt sindur seinkað
- Hesi børnini eru ikki øðrvísi enn onnur børn. Tað krevur ikki nakað serligt tónleikaroyra, men við nógvari venjing kunnu øll læra at spæla, og tey verða stimbrað við tónleiki, sigur hon.