Einangran við nýggum videolagi til Glashús

Nýggi bólkurin Einangran, ið júst vann ársins sang í FMA gevur nýtt videolag út til næstu landaplávu teirra, “Glashús”.

Einangran eru Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann, ið eru kendir sangarar og sangskrivarar her í Føroyum, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar. Har skrivaðu tey saman teirra fyrstu EP.

Úr samstarvinum og útgávuni, sprettist millum annað kenda lagi “Kanska” ið vann fyri besta sang í 2020 á ársins FMA, og nú hava tey bæði gjørt eitt videolag til teirra næsta staklag ið kallast “Glashús”

Størsti parturin av videoupptøkinum, var upptikin í íbúðuni í Keypmannahavn, tey bæði vóru føst í undir fyrstu koronalockdown. Seinna helvtin var filma í Føroyum av Gwenaël Akira Helmsdal Carré. Leikstjørnað hevur Heiðrik á Heygum, og hár og makeup hevur Allan Hjorth staðið fyri.

Sí nýggja videolagi hjá Einangran, »Glashús« niðanfyri:

##med2##