Einaræði í býráðnum á Tvøroyri?

Avdúkandi brævi í Dimmu tann 28. no­vemb­er, til lands­stýrismannin í Almenna-og heilsu­mála­ráðnum, vísur eina­ræð­is hug­burð­in hjá borg­ar­stjóranum á Tvøroyri

Finnleif Guttesen, Tvøroyri

Borgarstjórin:
Heldur ikki, at býráðslimir skulu vita, hvat lands­stýris­maðurin skrivar til komm­ununa.
Heldur at málið við­víkj­andi bygging av ellis-og røktarheimi, ikki er búgvið til støðutakan.
Undrast yvir manglandi tørvskanning í Suðuroy. Har kann upplýsast, at ein 9 síður long tørvskanning frá september 2005 liggur á heimasíðuni hjá Almenna-og heilsumálaráðnum. Eis­ini fyri Suðuroy.
Sýnist at vera firtin av, at hinar kommunurnar í Suð­uroy ikki hoppa eftir hans­ara boðum.
Heldur, at gomul og veik kunnu blíva við at bíða eftir einum ellis-og røkt­ar­heims­plássi. Hann sigur, at tað hevur ikki bráðskund og tolir at bíða. Hvat munnu avvarðandi til gomul og veik siga til tað.
Ætla býráðslimir á Tvør­oyri lata møguleikan um lagaliga fígging, glíða sær av hondum vegna mangl­andi dirvi til at taka avgerð og støðu? Ein býráðslimur tosaði nógv um tey veiku í Suðuroy áðrenn valið, ætl­ar viðkomandi, at tey skulu blíva við at bíða eftir nøktandi umstøðum?

Syndrar, ístaðin
fyri at samla
Við tí, sum er at hoyra og síggja í fjølmiðlum, so er stórur vandi fyri, at borgarstjórin á Tvøroyri syndrar sundur, ístaðin fyri at samla kommunurnar í Suðuroy.
Seinasta dømi um hetta er, at borgarstjórin leypur á leistum og blakar meira brenni á ósemjuna í Sandoynni viðvíkjandi barnaverndarmálinum. Og í Sosialinum 29. no­­vemb­er blívur sagt, at barna­verndartænastan í Suðuroy SKAL keypa tænastur frá sosialu deild á Tvøroyri.
Ikki eitt orð um, at ein felags sosial deild skal stovn­­setast í Suðuroy og er hettar kanska held­ur ikki meiningin, hjá borgar­stjóranum og býráðs­limum á Tvøroyri?
Alt samstarv krevur, at fólk laga seg hvørt eftir øðr­um og ikki koyra í sjálv­drátti.
Livst so spyrst