Størsta vanlukkan í Føroya søgu er kristindómurin, ella religión yvirhøvur fyri ikki at útihýsa nøkrum. Næststørsta vanlukkan er, at løgtingið varð endurreist.
Er løgtingið ein vanlukka? Jú, men er fólkaræði ikki heimsins besta stjórnarskipan, ella tann minst vánaliga, sum tey varnu og eitt sindur ivingarsomu plaga at taka til?
Jú, kanska er demokrati gott í framkomnum londum, har sum politikarar – og veljarar - klára fólkaræði. Har sum fólkið er búgvið til at hava ræðið, sum fólk billa sær inn, tey hava í einum fólkaræði.
Men ikki í tilafturskomnum londum, har sum politikkur er tvætl og hvør einasta atkvøða fer til spillis.
Eg plagi at biðja fólk, sum spyrja, hvat bagir føroyskum politikki, lurta ein hálvan tíma, tað er ivaleyst, eftir einum løgtingsfundi, og tey fata, hvat eg tosi um.
Tú finnur ikki tveir politikarar í Føroyum, sum eru samdir longur enn tvær vikur.
Hvat er so at seta í staðin? Nei, ikki kaos. Kaos er júst tað, sum vit hava.
Eg havi skrivað tað fyrr, í fjør einaferð. Yvirskriftin var ikki demokrati men “Idioti.” Neyvan nakar las tað, so eg kann endurtaka tað her.
Vit eiga at biðja ST, ella fáa Danmark okkara vegna at biðja ST tilnevna trý fólk, nei, tríggjar kvinnur, væl útbúnar og gløggar og reiðiligar kvinnur, sum hava orku til annað enn børn og ommubørn, at stýra Føroyum. Ein kann vera úr Kina, ein úr USA og ein úr Fraklandi til dømis. Men í hvussu so er úr trimum heimspørtum. Og strika landsstýri, løgting og fólkaræði.
Einaræði, diktatur, er eitt orð, sum smakkar illa hjá teimum flestu. Ella oligarki, fámannaveldi, fákvinnuveldi. Og ikki av ongum, men av ringum royndum, søguligum og aktuellum. Men eingin sigur, at einaræði ella fákonuveldi av sær sjálvum er óreint.
Sumt fær ein dóm, ofta av órøttum, og sleppur ongantíð av við hann aftur.
Til dømis tá føroyingar sluppu at bryggja annað øl enn maltøl, jólaøl og pissøl, fekk onkur skræpuna av gulløli, segðist, eitt leygarkvøld. So var tað ølið dømt í allar øldrekkandi ævir.
Eingin fekst at drekka júst hetta ølið, uttan einki var, tí tað rann skjótt gjøgnum hin endan. Sjálvt um hetta ølið var líka gott ella vánaligt sum alt annað føroyskt øl tá.
Neyðars maðurin, sum noyddist at sita á bukkuni alla náttina, er vorðin sjúkur av onkrum øðrum enn ølinum. Men ølið var dømt.
Ein annar dómur er, at einaræði er ræðuligt. Tann dómin appelleri eg við tí pástandi, at tað er eingin natúrlóg, at einaræði ella fákonuveldi er ringt.
Atgerðarloysið hjá føroyskum politikarum, ongar tíðarfreistir, sum halda, ongar avtalur, sum halda, einki dirvi til at taka illa dámdar avgerðir prógva, at demokrati er ikki fyri stutt á leið komin lond. Endaleysa tosið um nýval longu ein mánað eftir val.
Gamaní er eitt ástøði, at fólk hevur teir politikarar, sum tað hevur uppiborið, tí fólk velja sjálvi. Men føroyingar hava hóast alt annað uppiborið.
Júst tað, tríggjar kvinnur, takk. Kvinnur eru skilbetri enn menn, ikki so valdsgraðar, ikki so korruptar sum menn, kvinnur hugsa um annað enn fisk og berghol og kvinnur vita, at aðrar bøkur eru skrivaðar enn Bíblian.
Sleppið okkum sum skjótast av við løgting og landsstýri og øll hasi valini, tey flestu í ótíð, so eitt nú tíðindafólk kunnu gera okkurt skilabetri enn at dyrka ósemjur millum politikarar. Nógv liggur á láni.
Einaræði, takk!