Einar Waag:Vínið verður tikið framum

Argumentini hjá myngugleikunum eru púrasta burturvið. Vínið verður tikið framum í almennu rúsdrekkasøluni, sigur Einar Waag

Rúsdrekka

Tað var í Sosialinum mikudagin í farna viku, at Einar Waag greiddi frá, hvat hann helt um ætlaðu broytingarnar á avgjaldinum á rúsdrekka í Føroyum.
?Ætlaðu broytingarnar í avgjaldinum á rúsdrekka taka ein stóran av grundarlagnum undan føroyska ølinum, segði Einar Waag m.a.
Hansara sjónarmið vórðu afturvíst av bæði Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, og Dagmar S. Joensen, stjóra fyri Rúsdrekkasølu landsins. Tey meintu, at Einar Waag ikki hevði skilt støðuna heilt rætt.
?Tað er møguliga rætt, tá sagt verður, at eg kanska ikki heilt skilji mannagongdina, men fakta er at Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt eitt fullfíggjað lógaruppskot fyri Landsstýrið ,uttan at hava havt nakað samband við vinnuna hetta lógaruppskot rakar.
Einar Waag letur tó aftur frætta frá sær.
?Eg berjist fyri mínari fyritøku, og hetta stigið er ikki gott fyri nakað av føroysku bryggjaríunum, sigur Einar Waag.
Tà vit spyrja Einar eftir, um hetta ikki bert er lobbyisma frá hansara síðu, svarar hann, at hann sjálvandi roynir at arbeiða fyri áhugamálini hjá sínari fyritøku.
?Rúskdrekkasøla landsins hevur gjørt eitt gott arbeiðið fyri at fremja vínsøluna í Føroyum. Starvsfólkið er væl skúlað og tey hava duga at skapt áhuga fyri víni í Føroyum, og harvið eisini fingið víni fram millum manna í Føroyum, har tað kanska ikki var stórur áhugi áður, sigur Einar Waag.
Einar vísir á, at stjórin fyri Rúsuna hevur borið upp á mál, at tað bert eru tey etableraðu, sum drekka vín, og at øl og vín ikki kappast, tá hetta er hvør sín drykkur til hvørt sítt høvi. Hesum er Einar Waag tó als ikki samdur í. Hann metir so avgjørt ikki, at teirra ølsøla verður tann sama, um ætlaðu broytingarnar verða veruleiki. Hann er avgjørdur í tí sjónarmiði, at víni fer at eta av ølmarknaðinum.
?Um tað er soleiðis, at tað bert eru tey etableraðu, ið drekka vín, so kunnu tey eisini sleppa at gjalda fyri tað. Merkir hetta, at fólk bert drekka øl fyri at gerast full? Føroyingar hava altíð drukkið øl, og tað er ein partur av mentanini at drekka øl aftur við matinum ? serliga føroyskum mati. Tað er eisini beinleiðis skeivt at siga, at øl og vín ikki verða nýtt til sama høvi, sigur Einar Waag.
Er tað nøkur orsøk til at framskunda eina gongd, sum møguliga kemur av ráki úr Danmark? Er nøkur orsøk til at lóggeva til fram fyri vín , tá tað kemur at ganga útyvir eina føroyska vinnu, spur Einar Waag.
Stjórin á Føroya Bjór fær seg ikki til at skilja hugburðin hjá myndugleikunum, sum framseta teirra gulløl sum sterkt øl. Hann metir ikki, at talan er um nakran týðandi mun, og tí gevur tað í hansara verð ikki nakra meining ikki at minka um avgjaldið á gullølinum eisini, tá víni og pilsnaraøli verður bíligari at keypa.
?Einkarsølan hevur alla tíðina roynt at fremja vínsøluna í Føroyum, nú tá tað sær út til at eydnast, skula tey eisini gera víni bíligari, sigur Einar Waag.
Stjórin fyri størsta bryggjaríið í landinum heldur tað vera løgið, at myndugleikararnir samanbera soleiðis uttan víðari við eitt nú gongdina í Danmark, har tey donsku bryggjaríini hava mist nógva sølu. Samstundis fílist hann á, at ólógligt rúsdrekka verður nevnt sum ein avgerandi faktorur.
?Ein harmonisering skal fara fram í ES yvir nøkur ár fyri at darva smugling. Føroyar eru ikki í ES, eru ikki landfast við annað land og hava eina løgreglu og tollvald, sum sær alt. Ì Danmark kappast bryggjaríini við nógvu keypini hjá dønum í Týsklandi og øðrum londum, har øl kann fáast bíliga til vega, sigur Einar Waag.
Sum heild kennir Einar Waag, at myndugleikarnir ikki hava neyðugt fyrilit fyri føroysku bryggjaríunum.
Annars heldur Einar at hetta kjak kann halda uppat nú, og takast uppaftur aftaná valið í apríl, tí tað er ikki líkt til at nakað fer at henda í hesum málið nú.
?Sjálvandi er avgjaldið í Føroyum alt ov høgt, men vín og øl skulu viðgerast líka ,og vín skal ikki favoriserast, sigur Einar Waag at enda.