Einasta konufólkið hevur sitið longst

Ingeborg Vinther er einasta konufólk, sum hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Hon er eisini tann, sum hevur sitið longst

 

Síðani Føroya Arbeiðarafelag varð stovnað, hevur tað havt xx formenn. Fyrsti formaðurin í felagnum var Maurentius Viðstein úr Havn.

Tann, sum hevur sitið longst sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er Ingeborg Vinther, sum er formaður nú. Tá ið aðalfundurin verður aftur í vár, hevur hon verið formaður í 21 ár.

Hon er samstundis einasta konufólk, ið hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Annars er gunnar Petersen á Tvøroyri tann, sum hevur sitið næstlongst í formanssessinum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Hann er samstundis eisini tann einasti, sum hevur verið formaður í tveimum umførum. Hann var formaður í tilsamans 19 ár, fyrst var hann formaður frá 1941-1945 og síðani aftur frá 1958-1973.


Annars hava formenninir í Føroya Arbeiðarafelag verið hesir:


Maurentius Viðstein, Tórshavn: 1925-1931

Johan Hendrik Rubeksen, Tórshavn: 1931-1939

Joen A. Rasmussen, Tórshavn: 1939-1941

Gunnar Petersen, Tvøroyri: 1941-1945

Magnus Tórsheim, Tórshavn: 1945-1955

Johan Hendrik Joensen, Sumba: 1955-1956

Arni á Rógvu, Vestmanna: 1956-1958

Gunnar Petersen, Tvøroyri: 1958-1973

Johannes Olsen, Sandavágur: 1973-1980

Ingborg Vinther,Vágur: 1980-


Kelda: Saman tí standi, eftir Tórð Jóansson