Jóannes Hansen
Í aðru viku fer tingið at koma saman aftur eftir jólafrítíðina. Tá fer Hans Tausen Olsen at sita í sessinum hjá tjóðveldismanninum í Eysturoy. Burursæð frá styttri og eitt sindur longri tíðarskeiðum hevur Tórbjørn Jacobsen verið umboð fyri tjóðveldisflokkin í Eysturoy, síðani Signar á Brúnni gjørdist landsstýrismaður, men nú hevur glyvramaðurin boðað løgtingsformanninum frá, at hann fyribils ikki fer at møta í tinginum, og í fráboðanini tykist liggja meiri, enn tað higartil hevur ligið í fráboðanunum, sum Tórbjørn Jacobsen hevur givið, tá hann hevur verið burturi í arbeiðsørindum.
Hesa ferð orðar Tórbjørn Jacobsen seg soleiðis, at um hann aftur fer at taka sæti á tingi, so fer hann skrivliga og í góðari tíð at boða frá hesum.
? Eg veri burtur í nakrar mánaðir. Tá tú eigur skip og sjálvur ert skipari, so er neyðugt at vera burtur frá tingarbeiðnum viðhvørt, men hesa ferð ætli eg mær m. a. at brúka tíðina umborð at umhugsa, um eg yvirhøvur skal møta aftur í tinginum. Tað fari eg at gera, tí eg ofta upplivi starvið sum løgtingsmaður als ikki at vera tað, tað eigur at vera. Faktiskt er tað soleiðis, at tú í mongum førum bara skalt ansa eftir, um tú trýstir á tann reyða ella tann grøna knøttin. Eg plaga at hugsa, at størsta kvalifikatiónskravið til hetta er ikki at vera litblindur.
Men, um tú ikki fert at møta í tinginum aftur, fert tú so ikki at svíkja tínar veljarar?
? Tað er akkurát hatta har. Um eg fari aftur í tingið, so er tað tí, at tað á valinum seinast vóru so nógvir eysturoyingar, sum vístu mær álit.
Lítlan leiklut
Løgtingsmaðurin av Glyvrum fór til skips í gjár, men hann dylir ikki, at hann hevur kent tað ørkymlandi at sita í tinginum, tí hann heldur, at leikluturin hjá løgtingsmonnum er heilt øðrvísi, enn hann sambært skrivaða orðinum í stýrsisskipanarlógini eigur at vera:
? Akkurát nú verður nógv skrivað og tosað um viðgerðina, sum pensiónslógin fekk. Ein og hvør, sum vil vita tað, veit, at tað uppskotið varð skrumblað ígjøgnum, uttan at neyðuga fyrireikingararbeiðið í fyrisitingini var gjørt, og uttan at løgtingið fekk ta tíðina, sum tað altíð er neyðugt at løgtingið fær, um mál skulu fáa sømiliga viðgerð. Men hetta er einki undantak. Nú havi eg verið tingmaður síðani eina ferð mitt í 1998, og royndirnar eru, at vit fáa ikki løn fyri tað, sum vit eiga at fáa løn fyri.
Og Tórbjørn Jacobsen útgreinar sítt sjónarmið og sínar royndir:
? Tað er sera ørkymlandi at uppliva seg sjálvan sum atkvøðuneyt hjá átta landsstýrismonnum og átta aðalstýrum, sum eg upplivi meiri at vera diktatur enn liðir í fólkaræðisligu stýrisskipanini, sum leggur upp til, at valdið er tríbýtt.
? Sambært stýrisskipanarlógini skal løgtingið gera lógir, og løgtingið skal hava eftirlit við landsstýrinum. Tað, sum eg havi upplivað, er, at løgtingið hevur ikki møguleika at røkja hesar uppgávurnar. Pensiónslógirnar eru eitt av fleiri dømum um, at løgtingið samtykkir vánaligar lógir, sum eru tað sama, sum uppskotini, ið koma úr landsstýrinum. Løgtingið fær ikki møguleika at seta sín dám á lógirnar.
Og um leiklutin hjá løgtinginum sum eftirlit við landsstýrismonnunum hevur Tórbjørn Jacobsen hetta skoðsmálið:
? Hatta er ein táta. Í Føroyum hevur parlamentariska grundarlagið undir landsstýrinum altíð verið og fer ivaleyst altíð at vera í minsta lagið tveir flokkar, og tað er í sær sjálvum nóg mikið til at tingið ongantíð fer at brúka møguleikan, sum tað hevur at vísa misálit á ein landsstýrismann, uttan at tingið frammanundan er greitt yvir, at hetta fer at hava nógv størri avleiðingar, enn tað sambært skrivaða orðinum nýtist at hava.
Finnbogi átti
at rokið
Tórbjørn Jacobsen vísir í hesum sambandinum á, at tá Edmund Joensen í síni tíð sum løgmaður loysti Sámal Petur í Grund úr landsstýrissessinum hevði tað við sær, at sjálvstýrisflokkurin segði samgongusamstarvið upp ella kendi seg tveittan á dyr.
? Soleiðis er tað, og um tú heldur, at tú ert partur av samgongu, ið hevur sum mál at lyfta føroysku tjóðina út í frælsi, so sigur tað seg sjálvt, at tú hugsar teg fleiri ferðir um, áðrenn tú vilt vera partur av samtykt, ið av øðrum og í hesum sambandinum í gásareygum minni týðandi orsøkum, átti at havt við sær, at misálit varð sýnt landsstýrismanni, men sum hevur við sær, at ein heilur flokkur fer úr samgonguni.
Men heldur tú, at tað síðani tú komst á ting hava verið orsøkir til at vísa landsstýrismonnum misálit?
? Avgjørt, og eg eri púra vísur í, at dømini fara at vera mong í komandi tíðum, tí landsstýrismenninir vita, at tað fær ongar avleiðingar.
Nevn okkurt dømi fyri okkum?
? Eg havi verið framsøgumaður í vinnumálum. Tá landssýrismaðurin í vinnumálum fyri einum góðum ári síðani segði landsverkfrøðingin úr starvi, var orsøkin søgd at vera, at almennir stovnar skuldu rationaliserast. Í prinsippinum eri eg fyri øllum almennum rationaliseringum og harvið sparingum. Eg var til skips, tá hetta kom fram, men eg legði meg út í orðaskiftið í bløðunum, og eg stuðlaði landsstýrismanninum. Seinni fann eg útav, at rationaliseringarnar vóru ikki uppá tal, men tær vóru heldur ein undanførsla yvirfyri tinginum, sum harvið fekk alt annað enn sannleikan at vita frá landsstýrismanninum. Tað hevði ikki gingið aðra staðni, men tað gekk. Fólkaflokkurin bakkaði sín landsstýrismann upp, og tjóðveldisflokkurin valdi heldur at halda tørn um fullveldismøguleikan, heldur enn at risikera, at samgongan reyk uppá tað, sum eg og fleiri við mær eru sannførd um átti at havt við sær, at landsstýrismaðurin reyk.
? Hetta er bert eitt av fleiri dømum. At tað verður tosað um, at landsstýrismaðurin átti at farið frá, og at hann ikki verður settur frá, ger, at hann styrknar. Aðra staðni styrkna stjórnir, tá ráðharrar av sovornum orsøkum verða settir frá, men hjá okkum er tað beint mótsatt.
Dámar væl orðaskiftini
Tað hevur verið lurtað væl eftir, tá Tórbjørn Jacobsen hevur tikið orðið í tinginum. Bæði tí røddin er ramlig, og eisini tí at tað er týðuligt, at nýggi og kanska longu fyrrverandi tingmaðurin hevur gjørt nógv við at fyrireika seg til framsøgurøðurnar:
? Eg haldi, at nógvir tingmenn hava tikið framsøguuppgávurnar í álvara. Aðalorðaskiftini hava verið góð, tí í nógvum førum hava tingmenn fyrireikað seg væl.
Hvussu fyrireikar tú teg?
? Tað er týdningarmikið, at politiska prosessin fær íblástur aðra staðni frá enn frá miðfyrisitingini. Eg rokni við, at tað eru fleiri tingmenn enn eg, sum hava eitt breitt kontaktnet. Eg havi roynt at kannað og spurt meg fyri hjá teimum, sum dagliga eru í upptikin av málinum, sum vit skulu viðgera, og tað hevur verið bæði áhugavert og eg haldi eisini gevandi.
Men er ikki vandi fyri, at tú tá bara verður talirør hjá ymsum áhugabólkum?
? Vandin er avgjørt til staðar. Sum tingmaður mást tú vera førur fyri at lurta og sálda og brúka góð ráð. Um tað verða teir og tey, sum veita tær góð ráð, ið brúka teg, so ert tú í dýrastu neyð. Eg eri bangin fyri, at hetta kemur ikki so sjáldan fyri, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum vildi ynskt, at íblásturin, sum orðaskiftini í løgtinginum áttu at verið til politisku prosessina, sást betri aftur í tí, sum kemur frá landsstýrinum.