Lívsstílurin og hugburðurin Simple living er eitt rák, sum hevur tikið seg upp í vesturheiminum, serstakliga í norðurlondum, seinastu árini. Hugtakið er eitt aftursvar og ein uppgerð við grunnskygdu nýtslu- og skundmentanina, har fólk hava nóg mikið av øllum, men kortini jagstra meira, samstundis, sum lívið kennist alt meira tómt og meiningsleyst.
- Við ovurstóru nýtsluni eru vit komin burtur frá tí, sum veruliga hevur týdning fyri okkum sum menniskju, og fleiri hundrað túsund menniskju eru longu partur av netverkinum Simple living, sigur Gitte Jørgensen, freelancejournalistur og fyrilestrahaldari, sum hevur skrivað bøkurnar: Simple living.dk og Simple living sådan gør du.
Tey, sum eru partur av netverkinum, siga, at tey ynskja at taka ræði frá lýsingarstovunum og veruleikanum, sum hann verður vístur og avskeplaður í fjølmiðlunum, og soleiðis endurvinna- og krevja tey tamarhaldið á tilveruni, og átaka sær ábyrgdina fyri egnum lívi. Simple living netverkið gongur í mestan mun fyri seg á internetinum, har limirnir geva hvørjum øðrum góð ráð og stuðul. Og hóast fyribrigdið til tíðir tykist rættiliga frelst er ongin ivi um, at flest okkara kunnu fáa íblástur til eitt einfaldari lív, har vit finna sonevnda nokk-punktið, og kanska eisini fáa dirvi til at gera okkum greitt, hvat vit veruliga ynskja av hesum einasta lívi okkara.
Einfalt uttaná, men ríkt innan
Simple living er ein tilvitaður og burðardyggur lívsstílur, har fólk gera sær greitt, hvat verandi lívsstílur kostar á menniskjaligu kontoini. Tað er ein hugburður til lívið, sum í høvuðstættum snýr seg um at skapa eitt lív, sum er einfalt uttaná og ríkt innan. Um tú arbeiðir 10-12 tímar um dagin fyri at eiga stóru húsini ella tann lekra bilin, er tað so tað vert? Og er tað skilagott fyri teg, at tú noyðist at hyggja inn í ein skýggja meginpartin av lívinum, fyri at kunna eiga nakrar eyka fermetrar?
Ein av høvuðstonkunum aftanfyri Simple living er, at vit skulu vera tilvitað um, hvat vit hugsa, hvat vit gera og hvat vit keypa. Vit skulu gevast við impulskeypum, so vit fáa ráð til tað, sum vit veruliga droyma um.
Og ein kona greiðir frá: Eg hevði ein gerandisdag, har eg hevði alt ov nógv at gera, alt ov nógv at minnast og at fyrihalda meg til. Av tí skeiva. Eg kendi á mær, at eg tuskaði runt altíð ov sein ella við einum evstamarki yvir herðunum og við ringari samvitsku. Men hetta var ikki tað, sum eg vildi ella ynskti. Eg vildi hava meira frið í høvdinum, og eg vildi hava eitt lív við meira nærveru, kærleika og frælsi. Eitt lív, sum er stýrt av einari innari kenslu av meining og ikki bara skyldum, rokningum og øðrum, sum bara skal yvirstandast skjótast gjørligt.
Og ein onnur greiðir frá: Simple living hóskaði til mín, tí eg stóð mitt í lívinum og meiri ella minni hevði eg fingið alt tað, sum eg hevði brúk fyri: eitt heim, eitt starv, ein urtagarð, ein mann, eitt barn, eina Webergrill... men kortini kendi eg, at okkurt vantaði. Eg hugsaði, at vit kundu mála stovurnar, keypa vakrari innbúgv ella ferðast til forkunnug ferðamál, men í roynd og veru vildu hesir uttanífrá stýrdu broytingar ikki vera nøkur loysn, tá tað var meining, mær vantaði.
Av tí, at Simple living í stóran mun er ein persónlig verkætlan, har endamálið er at liva eitt einfaldari lív, er tað eisini ymiskt, hvussu fólk gera. Summi búgva bíliga uttanfyri býin, onnur hava íbúð mitt í býnum. Onkur arbeiða niðursetta tíð, onnur fulla tíð við verkætlanum, sum tey brenna fyri. Summi gevast við at sletta peningin burtur, onnur rudda út í onkisigandi og grunnum vinaløgum. Onkur rudda klædnaskápini, og onnur hava fartelefonpausur í ávísum tíðarskeiðum. Summi fara undir at lesa søgur fyri børnunum, og onnur keypa vistfrøðiligar vørur.
Tamarhald gevur frælsi
Sambært Gitte Jørgensen er tað at finna lívsendamálið ein týðandi partur av Simple living.
- Eg ivist ikki í, at meiningin við lívinum er, at geva nakað, sum er størri enn ein sjálvur, og sum røkkur út til onnur enn ein sjálvan. Eitt lívsendamál snýr seg um nakað, sum gagnar øðrum fólkum, sigur hon, og nevnir, at ein rørsla er í tíðini, sum sigur: Hvat kann eg geva, í staðin fyri, hvat fái eg burturúr.
Og hon greiðir frá, at einfalda lívið er onki mál í sjálvum sær. Men tað einfalda lívið ger, at lívsendamálið kann gerast veruleiki. Tá vit hava tamarhald á lívinum, ber betur til at leggja tað til rættis, so tað, sum tú metir hevur týdning, kann gerast veruleiki. Øll duga okkurt, og øll hava nakað, sum gevur meining at fáast við.
- Eg trúgvi, at lívið kennist meira einfalt, tá vit fáa tað, sum hevur týdning fyri okkum. Spyr teg sjálva, hvørji virði hava týdning fyri teg sum menniskja. Hvat skal vera í lívi tínum? Hvat vilt tú arbeiða við og berjast fyri í heiminum? Heilt innast inni, hvat merkir hetta so fyri teg?
Í bókini Simple living sådan gør du, verður skotið upp, at tú skrivar ein lista við tí, sum tyngir teg, og sum tú ikki vilt liva við longur. Og skriva so ein annan lista við tí, sum tú ynskir tær meira av. Fest listarnar upp á veggin ella á køliskápið. Tá ein vika er farin, skalt tú blaka listan við tí, sum tú ikki vilt hava meira, burtur, so tað bara er framtíðini, tú arbeiðir við.
Í tilgongdini at finna lívsendamálið spyr tú teg sjálva: Hvat er rætt fyri meg og hvat forðar mær í at liva tað, sum hevur týdning? Nógv fólk svara, at teimum vanta dirvi. Dirvi til at ganga ímóti streyminum. Dirvi til at gera nakað annað enn tey eru von við. Dirvi til at vera tann menniskjan, tey í veruleikanum eru. Og løgið er tað, at tað næstan ikki kemur fyri, at fólk siga orsøkina vera at teimum vanta pening ella tíð. Tey forða sær sjálvum.
Tey flestu vita, hvat er gott fyri tey her í lívinum, men fá eru til reiðar at rinda prísin, tí hann kann vera høgur. Innast inni vita vit, at um vit skulu fara eftir lívsendamálinum, kann tað hava pínufullar avleiðingar við sær.
At nýta og at njóta
Simple living snýr seg um at finna nokk-punktið. Tað er punktið, har tað kennist væl at vera, og samstundis er tað eitt gott útgangsstøði fyri, at tú kanst liva júst so eldhugað, ágrýtið og stuttligt, sum tær lystir. Júst tí, at tú hevur frið í sinninum, meðan tú gjørt tað. Ikki minst, tá tú hevur ruddað út í heiminum og ert givin við at keypa óneyðugir lutir, sum í veruleikanum eyðkenna tóma og grunna lívið, har øll tíðin gongur við at fáa til vega pening, so tú kanst brúka meira. Ein vakran dag noyðist tú bara at siga, at nú er nokk, tí annars fært tú ongantíð nokk.
- Nógv fólk gera lívið einfaldari, fyri at kunna liva menningarmøguleikar teirra út. Ikki fyri at liggja í sofuni og hyggja í sjónvarp. Ella at flýggja á annan hátt. Tey eru harafturímóti djørv, tí tey hava torað at lagt seg eftir tí, sum veruliga hevur týdning í staðin fyri at krógva seg aftan fyri ein telduskíggja tíggju tímar um dagin ella í handilsmiðstøðini hvønn leygardag. Tey hava dirvi til at liva lívið út frá dreymum sínum, sigur Gitte Jørgensen.
Og Simple living hugtakið vil vera við, at tá tú er farin at liva tað lívið, sum hevur týdning, fert tú ikki at brýggja teg um tíð ella pening. So við og við missir tú eisini áhugan at ovurnýta, at hyggja í lýsingar eftir øllum tí, sum tú ynskir tær. Antin tí, at tú hevur annað at ganga uppí, ella tí, at tú ikki hevur hug til at rinda menniskjaliga prísin, sum tað kostar at halda kostnaðarmikla showinum gangandi.
- Sjálvsagt uttan so, at tú ert partur av evarska lítla minnilutanum, sum hevur somikið nógvar milliónir, at tær ikki nýtist at hugsa um tað. Tí helst ert tú partur av tí alt ov stóra meirilutanum, sum hvørki hevur tíð ella pening, hóast tú arbeiðir alt samdøgrið.
--
Vit eru sum tannáringar
Amerikanski høvundurin, Duane Elgin sigur, at verandi mannaætt er á tannáringastøðinum. Hetta merkir, at vit uppføra okkum sum tannáringabørn. Vit hugsa bara um okkum sjálvi og okkara egnu tvey-trý fet fram. Vit vilja hava tað fullkomna lívið og taka tær bestu avgerðirnar, og okkum vanta eitt meira eyðmjúkt og takksamt forhold við lívið. Vit brúka óavmarkað av peningi, og gloyma, at vit uppbyggja okkum eina risastóra skuld. Vit halda eina globala forbúksveitslu, men hava ikki hug at rudda upp eftir veitsluna. Vit sita á tannáringakamarinum og bína, í staðin fyri at fara út í tí globalu matarhøllina og spyrja, hvar vit kunnu geva okkara íkast.
--
Tilvitaða valið
At fáa tíni grundsjónarmið fram og soleiðis nærkast tínum lívsendamálið, kanst tú spyrja teg sjálva:
Hvat ger meg gleða?
Hvat hevur mær altíð dámað at gera?
Hvat verði eg altíð róst fyri?
Hvat hevur mín áhuga?
Hvat vil eg gera, hóast eg ikki fái løn fyri tað?
Hvat hevði eg gjørt, um eg vann ella fekk 10 milliónir?
Nær hevði eg tað best í arbeiðslívinum?
Hvat hevði eg gjørt, um eg visti, at næsta ár var tað seinasta, eg hevði eftir at liva í?
--
Ymisk fólk ymsan tørv
Tey sum liva eftir Simple living hugtakinum, kunnu velja ymsar loysnir, sum hóska til teirra tørv, og sum stuðla teimum í at liva tað lívið, sum tey veruliga ynskja.
Lækka privatu nýtsluna
Seta arbeiðstíðina niður
Brúka fartelefon og internetið minni
Hyggja minni í sjónvarp
Taka ímóti færri lýsingum
Býta um og læna fleiri ting, í staðin fyri at keypa nýtt
Rudda meira heima
Flyta í annan bústað
Finna nýtt arbeiði
Keypa fleiri vistfrøðiligar vørur
Brúka meira tíð til persónliga menning
Hava færri avtalur í álmanakkanum
Vera meira úti í náttúruni
Brúka meira tíð saman við børnunum og familjuni
Halda bíligari feriur og frídagar
Gera húsarhaldið og gerandisdagin meira einfald
--
Eydnan er at brenna fyri nøkrum, uttan at brenna út.
--
Navn: Martin E. Andersen
Aldur: 36 ár
Bústaður: Gentofte
Fekk nýtt arbeiði
Eg hevði eitt arbeiði, sum keddi meg ógemeina nógv. Havi sitið á skrivstovu síðani 1998 og havi fingist við teldur í meiri enn fimm ár. Og kroppurin bleiv bara alt linari og veikari. Eg hevði pínu í nakkanum og ofta høvuðpínu. Eg tók uppá og vigaði 10 kilo ov nógv, tí eg rørdi meg ikki nóg mikið. Men nú er nokk. Eg havi tikið farloyvi í eitt ár, og havi sett mína egnu húsavarðatænastu á stovn, har eg geri alt møguligt, frá havaarbeiði til málaraarbeiði. Eg brúki kroppin og fái rørt meg nógv, og havi longu tapt meg. Havi ikki ilt í høvdinum og nakkanum longur. Eri meira frælsur, tí eg sjálvur geri av, hvat eg geri og nær. Tað er sjálvsagt ein satsing at byrja fyri seg sjálvan, men tað er tað vert.
--
Navn: Lene Lidholdt
Aldur: 35 ár
Bústað: Wien
Skal Simple living siga okkum nakað, heldur Lene, at vit skulu verða komin ígjøgnum nøkur lívsskeið, og verða rokkin ein ávísan aldur - verða mett í lívinum, materielt, mentalt og á yrkisleiðini.
Ger matarætlan
Eg leggi bæði innkeyp og reingerð til rættis, so tað verður meira effektivt. Einaferð um vikuna geri eg eina matarætlan og keypi stórt inn. So eru bara smáting, sum skulu keypast frísk aðrar dagar. Hetta sparir nógva tíð, ikki at standa við kølidiskin hvønn dag og gera av hvat vit skulu hava til døgurða. Og so er tað bíligari, tí eg verið ikki freistað til impulskeyp, og vørurnar verða eisini brúktar upp, tá eg leggi til rættis.
Býtir um og lænir meiri
Fyrr keypti eg eina rúgvu av fløgum og bókum, men nú læni eg tær á bókasavninum. Eg eri ovfarin av, hvussu nógv ber til at læna, eisini nýtt tilfar. Enntá filmar eisini.
--
Les meira á: HYPERLINK "http://www.gittejoergensen.dk" www.gittejoergensen.dk og HYPERLINK "http://www.simple-living.dk" www.simple-living.dk