Einfalt  men ótrúliga fløkt

Málið um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen er sum so hampuliga einfalt. Men hóast tað skjótt eru fýra mánaðir síðani, at HB spældi móti VB/Sumba, so er enn ikki staðfest, hvat av liðunum skal spæla fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið

Fótbóltur

Formliga spælloyvið var ikki útskrivað. Men hevði Páll M. Joensen loyvi at spæla við, tá HB tann 25. mars vann 4-1 á VB/Sumba í kappingini um løgmanssteypið?
Tað er spurningurin, sum tað higartil hevur tikið Kappingarnevndini, Starvsnevndini, Dómsnevndini og Ítróttardómstólinum hálvan fjórða mánað at svara. 115 dagar sigur kalendarin í dag, og í hesum er Páll helst vorðin tann persónurin, sum næst oftast er avmyndaður her í blaðnum. Einans við Peturi Skeel Jacobsen oman yvir sær á tí listanum.

Einfaldur spurningur
Tá tosað verður um spæliloyvi hjá fótbóltsspælarum, so er talan um eina sera greiða  og stranga  mannagongd. Í øllum førum, tá talan er um tulking av spurninginum.
Grein 14 í kappingarreglunum staðfestir, at »Fyri at leikari kann luttaka í lands- og steypakappingini, skal viðkomandi hava loyvisbræv frá FSF«.
Triða petti í somu grein, staðfestir, at »Tá leikari hevur fingið loyvisbræv, er hann at meta sum lógligur leikari«.
Grundað á hesar báðar reglur, hava avgerðir hjá FSF higartil staðfest, at uttan loyvisbræv er spælari ólógligur. Og hevur felag kortini nýtt spælaran í dysti, verður felagið dømt at tapa dystin við málmuninum, 0-0.
Skal metast eftir hesum, so er eingin ivi. Og tað skuldi tað heldur ikki verið í fjør, tá B36 og KÍ vórðu dømd fyri sama brot á kappingarreglurnar. Og løgið nokk var eingin sum helst, ið mótmælti, tá Fram og NÍF bæði vórðu dømd at tapa sínamillum dystin fyrr í ár, soleiðis at hvørgin teirra kom víðari í kappingini.

Spæliloyvi er grundleggjandi
Tað er valla nakar, sum vil ákæra HB fyri, at teir við at nýta Páll M. Joensen vildu tiltuska sær ein ítróttarligan fyrimun. Og tí eru nógv av teirri fatan, at lógarbrotið ikki er somikið ávlarsligt, at HB skal koyrast úr kappingini.
Tað er eisini væl møguligt, at Kappingarnevndin  ella partar av hesi  eisini eru av somu áskoðan. Eitt nú var tað støðan í fjør, tá ein meiriluti í Kappingarnevndini mælti frá, at KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dystir sínar. Ta ferðina valdi Kappingarnevndin tó at leggja málið fyri Starvsnevndina til støðutakan. Hetta tí málið var somikið prinsipielt, at nevndin  hóast sítt tilmæli  ikki vildi taka støðu einsamøll. Starvsnevndin gjørdi tó av, at feløgini vórðu dømd at tapa dystirnar, og tann dómurin varð staðfestir av Dómsnevndini.
Saman við omanfyrinevndu grein 14, so var niðurstøðan í fjør somikið greið, at hetta er meta sum støðan hjá eini barnakonu. Antin er hendan við barn, ella er hon tað ikki. Tað ber snøgt sagt ikki til at vera »eitt sindur« upp á vegin. Og á sama hátt kann ein spælari illa vera »eitt sindur« ólógligur.