Eingi aðalorðaskifti

Løgtingsformaðurin roknar við at avgreiða øll mál innan fríggjadagin, tá Løgtingið væntandi fer í summarfrí. Aðalorðaskiftið um skrásett parlag verður ikki á skránni fyrr enn í heyst

LØGTINGIÐ

Fríggjadagin fer Føroya løgting eftir ætlan í summarfrí. Tingmenn hittast so ikki aftur fyrr enn á ólavsøku. Ikki uttan so, at okkurt serstakt bráðneyðugt mál stingur seg upp.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur, at hann roknar við, at Løgtingið megnar at avgreiða øll mál í hesari vikuni, soleiðis at tingið kann fara í summarfrí.
?Øll mál, sum vit skulu viðgera, hava verið til fyrstu viðgerð, og tað sær út ? sum støðan er nú ? at vit klára at verða lidnir í vikuni, sigur Edmund Joensen.
Hann sigur, at okkurt nýtt mál kann koma fyri, men við verandi uppgávum, fer løgtingið í summarfrí í fríggjadagin.

Aðalorðaskifti
Landsstýrið hevur eina røð av aðalorðaskiftum á skránni, men hesi komu flest øll ikki fyri tingið í hesari tingsetuni.
Nøkur aðalorðaskifti hava verið, men nógv fleiri liggja og bíða, og tey koma ikki á tingborð fyrr enn í heyst.
Eitt av hesum aðalorðaskiftum er tað nógv umtalaða um persóns-, familju- og arvarætt. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur áður sagt, at hetta skuldi koma fyri í hesari tingsetuni, og fleiri av samgongutingmonnunum lovaðu bæði eitt og annað, um hetta kom fyri tingið.
Høgni Hoydal sigur nú, at orsakað av nógva politiska rokinum, so verður neyðugt at bíða við aðalorðaskiftunum.
?Tað er fyri so vítt klárt at leggja fyri tingið, men eg dugi ikki at síggja nakað endamál at trýsta tað ígjøgnum í síðstu løtu, og tískil havi eg valt at bíða, sigur Høgni Hoydal.
Hann vissar kortini um, at ætlanirnar eru óbroyttar, og hann ætlar, at løgtingið skal viðgera m.a. skrásett parlag.