Eingi fín heiðursmerki??

Fimleikararnir høvdu vónað at vinna okkurt gullmerki í einstaklingakappingini, men tað gjørdist til fýra bronsumerki

??Fimleikur?

 

Føroysku fimleikararnir náddu ikki málinum um at vinna okkurt av fínastu heiðursmerkjunum, tá ið einstaklingakappingin var í gjár.?Kappast var í fimm ymiskum greinum, og ein fimleikari av Isle of Man var nógv sterkari enn allir hinir og vann tað mesta.?Men tveir føroyskir fimleikarar megnaðu eisini at sleppa fram at bronsuheiðursmerkjunum.?Tíðliga í kappingunum vann Rósing Dam bronsu í parallellari barr, og so var tað, at Øssur Debes Eirikstoft rættiliga tók seg fram í kappingini.?Tað var ov langur teinur fram til gullið, men Eirikur vann heili trý bronsuheiðursmerki. Tað var í ringunum, á gólvinum og í lopi.?- Vit eru fegin um, at vit vunnu fýra heiðursmerki. Vit høvdu vónað, at vit kanska fóru at vinna okkurt fínari heiðursmerki, men tað gekk ikki hesaferð, sigur Eyvind Akraberg Hansen, sum er venjari hjá fimleikamonnunum.??Kvinnurnar fingu einki?Føroysku fimleikakvinnurnar lúrdu eisini eftir at fáa onkur heiðursmerki burtur úr einstaklingakappingini, men tað gekk ikki.?Serliga kvinnurnar av Bermuda eru sterkar í fimleiki, og eisini aðrar oyggjar vóru sterkari enn Føroyar, og tí gjørdist tað ikki til nakað heiðursmerki til føroyingarnar í teimum fýra greininum, sum tað varð kappast í. Besta plaseringn var okkurt fimta pláss.?Ein kappingardagur er eftir hjá fimleikinum - Tað verður fríggjadagin.?????