Eingi føroysk jól hjá Jóhan

Heldur jól í Skanderborg: Tað er nógvur hondbóltur á skránni um jólini hjá Jóhan á Plógv Hansen.

Ein hevur nógv um at vera sum fulltíðar hondbóltsspælari. Tað má føroyski høgri vongurin, Jóhan á Plógv Hansen, ásanna.

- Eg sleppi ikki heim til Føroya at halda jól í ár. Jóladagarnir verða hildnir hjá verfamiljuni í Skanderborg, sigur Jóhan.

Hann og liðfelagarnir í Bjerringbro-Silkeborg spældu sín seinasta dyst undan jólum 21. desembur, og ímillum jól og nýggjár skal Jóhan venja við danska landsliðnum.

Jóhan er ikki úttikin til EM-hópin hjá danska landsliðnum, men hann er tó úttikin til hópin, sum skal venja nú ímillum jól og nýggjár. Tískil fær Jóhan ein steðg tá ið EM-kappingin verður í januar.

Tað hevur gingið væl hjá Jóhan hetta kappingarárið, har hann í Primo Tours Ligaen er triðbesti málskjútti við 99 málum í 17 dystum.

- Vit eru sum heild nøgdir við kappingarárið higartil. Vit liggja í topp-4 í deildini og hava spælt okkum í Final 4 í steypakappingin, sigur Jóhan.

- Málsetningurin hjá liðnum er at koma í steypafinaluna í mars og í finaluna í landskappingini í juni, leggur hann afturat.

Hetta verður seinasta hálva árið hjá Jóhan í Bjerringbro-Silkeborg, tí í juli gongur leiðin hjá Jóhan eitt fet longri út í heim og yvir um dansk-týska markið til Hannover-Burgdorf í týsku Bundesliguni.

- Eg eri sera spentur upp á at sleppa at royna meg í heimsins sterkastu hondbóltsdeild, og málið er at gerast fyrstaval á liðnum á høgra vongi, sigur Jóhan á Plógv Hansen.