Hondbóltur
Tað eru keðiligu boðini, sum Hondbóltsfelagið Stjørnan í heyst hevur givið limum sínum.
Mannfólkahondbólturin hevur annars í nógv ár havt trupul kor í Klaksvík, og tað er heldur ikki síðani eina ferð í 80'unum, at felagið veruliga gjørdi um seg í bestu mannfólkarøðini. Felagið hevði tó lið í bestu mansdeildini fram til miðskeiðis í 90'unum, men síðani hevur tað verið ógvuliga smátt við hesum. Ikki minst tí hondbólturin í býnum er í sera harðari kapping við fótbóltin, sum tykist hava størri atdráttarmegi.
Fram til seinasta vetur hevur talan tó verið um hondbólt í triðbestu mansdeildini og í dreingjadeildunum í felagnum, men tann parturin er so eisini av fyribils.
- Tú kanst definera trupulleikan á ymsan hátt, men í stóran mun er hesin praktiskur. Veruleikin er, at vit hava bara eitt ávíst tal av tímum í høllini, og hetta tal er nakað væl lægri, enn vit kundu ynskt okkum. Skuldu vit havt bæði gentu- og dreingjadeildirnar koyrandi, vildi avleiðingin verið, at hvørt lið bara hevur ein venjingartíma um vikuna, og tað halda vit vera ov lítið, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni.
Hann vísir eisini á trupulleikan, sum felagið hevur at dragast við, tá fót- og hondbólturin kappast um somu spælarar.
- Í fjør høvdu vit lið í kappingunum upp til dreingir 14, men so hvørt sum fótbóltsárið fór ígongd, máttu vit taka hesi lið úr kappingini, tí grundarlagið undan liðunum hvarv. Og tann gongdin hevur tíverri verið tann sama í eini tvey til trý ár. So kann væl vera, at vit ikki hava gjørt okkara fótarbeiði nóg væl í so máta, men skuldu vit velja, so valdu vit altso at halda fast um kvinnudeildina, har áhugin hevur verið munandi størri.
Men merkir tað so, at Stjørnan framyvir bert verður fyri annað kynið?
- Nei. Tað er so á ongan hátt meiningin. Tað liggur eisini í kortunum, at vit í umskipanini av ognarviðurskiftunum kring høllina fáa eitt størri tímatal. Og tað skal eingin ivi vera um, at vit tá aftur vilja seta dreingjahondbóltin ígongd, staðfestir Kristoffur.