Frágreiðingin, sum amerikanska uttanríkisráðið hevur gjørt fyri kongressina í Washington, sigur, at tað finnast eingi prógv fyri, at leiðandi menn í palestinsku sjálvsstýrismyndugleikunum hava givið boð um atsóknir at ísraelskum málum. Hinvegin finst frágreiðingin atYasser Arafat og hinum leiðarunum, tí teir gjørdu ov lítið fyri at steðga atsóknunum at Ísrael.
Í frágreiðingini stendur, at alt bendir á, at leiðandi menn í palestinsku sjálvstýrisrørsluni PLO og innan palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnar hava verið vitandi um, at limir í felagsskapinum hjá Arafat vóru uppi í atsóknum at Ísrael, uttan at teir gjørdu nakað fyri at forða teimum. Sagt verður eisini, at menn í lívverjuni hjá Arafat vóru uppi í fleiri atsóknum.
Amerikanska uttanríkisráðið finst eisini at palestinsku myndugleikunum, tí teir gera ov lítið burtur úr at revsa menn, sum taka lut í atsóknum at Ísrael. Sagt verður, at nógvir menn verða latnir leysir aftan á avhoyringar, hóast teir uttan iva eru sekir.
Frágreiðingin hjá uttanríkisráðnum í Washington umfatar tilburðir í Miðeystri frá 16. juni til 15. desember í fjør, men hon umfatar ikki tað nógv umrødda vápnasmuglaraskipið "Karina A", sum ísraelsku myndugleikarnir løgdu hald á. Ísrael vil vera við, at Yasser Arafat og aðrir í palestinsku sjálvstýrismyndugleikunum vistu um skipið og vápnini, men tað hava palestinar avsannað.