Eingi summardekk um veturin

Nú verður ólógligt at koyra við summardekkum um vetur­in. Frá sunnudegnum til 30. Apríl verður bannað at koyra við summardekkum í Føro­yum

Nú hevur Johan Dahl, lands­stýrismaður, sett nýggja kunngerð í gildi, sum ber í sær, at hereftir verð­ur koyring við summar­dekk­um avmarkað á vetrartíð.

– Endamálið er at økja ferðsl­­­­u­­trygdina sig­ur Johan Dahl og hann vónar sam­stund­is at færri ferðandi verða fyri ferðsluóhappum og álvarsligum ferðsl­u­van­lukk­­um.

Eftir nýggju kunngerðini verður bannað at koyra við summardekkum frá 1. desem­ber til 30. apríl, tá ið tað er hált. Men er tað hált, er kortini loyvt at koyra við ketum, eisini á summar­dekkum.

- Sostatt kunnu bilførarar hava summardekk undir bili­num frá 1. desember til 30. apríl, men tá ið tað er hált, er ikki loyvt at nýta akfarið við summardekkum.

- Við hesum koma Før­oy­ar upp í bólkin av norður­londum, har øll, uttan Danmark, krevja, at bilførarar í minsta lagi brúka vetrardekk tá ið van­di er fyri hálku.