Eingin aling á Sands vág

Lítið bendir á, at ein umsókn um at sleppa at ala á Sands vág verður gingin á møti. Men hinvegin er líkt til, at ein lívfiskastøð afturat verður bygd í Sandoynni

Ein umsókn um aliloyvi á Sands vág hevur leingi ligið í Vinnumálastýrinum uttan at hava fingið endaliga viðgerð. Og umsóknin kemur helst at liggja eina góða løtu afturat.

Hetta kemur fram í einum svari frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, uppá fyrispurning frá Eyðuni Viderø, løgtingsmanni. Eyðun Viderø vildi hava at vita, um møguleiki er fyri, at landsstýrismaðurin gongur umsóknini á møti, og nær eitt endaligt svar kemur úr Vinnumálastýrinum.

Eyðun Viderø heldur ikki, at Sandoyggin sum er fær nóg góðan ágóða av vaksandi virkseminum í alivinnuni. Eingin aling er í oynni uttan tann, sum fer fram á Lívfiskastøðini í Skopun, og tað er avmarkað, hvat støðin kastar av sær í umsetningi og lønum í oynni.

Men Eyðun Viderø skal ikki rokna við, at Sandoyggin fer at taka lut í alivinnuni á sama hátt sum onnur øki í landinum. Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálastýrið áður hevur boðað frá, at umhugsað hevur verið ikki at loyva aðrari aling í oynni enn tí, sum fer fram á Lívfiskastøðini. Og eftir øllum at døma stendur Vinnumálastýrið við hesum sjónarmiðnum.

Landsstýrismaðurin vísir á eitt tilmæli frá Aliráðleggingarnevndini, sum heldur tað vera rætt, at oyggin burturav verður løgd til aling av lívfiski.

- Hetta inniber samstundis, at nevndin mælir frá, at nakað vanligt aliloyvi verður útskrivað á Sandoynni, sigur Bjarni Djurholm.

Tað er vandin fyri sjúkum, sum er orsøkin til varsemið hjá Vinnumálastýrinum og Aliráðleggingarnevndini. Lívfiskastøðin er kjarnin undir allari aling í Føroyum, og tí hevði tað komið allari alivinnuni sera illa við, um støðin varð rakt av sjúku. Og vandin fyri sjúku økist, meira alivirksemi er nærhendis Lívfiskastøðini.

Bjarni Djurholm sigur, at týdningurin av virkseminum á støðini undir ongum umstøðum má undirmetast. Frástøðan frá aðrari aling var ein av orsøkunum til, at Sandoyggin varð vald til aling av lívfiski.

Men júst frástøðan frá aðrari aling kann kortini koma oynni til góðar. Sambært landsstýrismanninum er tað sannlíkt, at støða í næstum verður tikin til at byggja eina nýggja lívfiskastøð sum eitt alternativ til støðina í Skopun. Vøksturin í vinnuni er so stórur, at tørvur helst verður á einari støð afturat, og tað er ikki nóg mikið bert at hava eitt bein at standa á, tá um lívfisk ræður.

- Sandoyggin og leiðirnar har um vegir er fyribils sett av til hetta endamálið, sigur Bjarni Djurholm. Tað er ikki greitt, nær støða verður tikin til eina støð afturat, og um tað verður tað almenna ella vinnan sjálv, sum fer at taka stig tilbyggingina. Men mangt bendir á, at støða skal takast til spurningin í næstum.

- Atlit at teimum nevndu viðurskiftunum tala fyri, at ikki verður lopið framav í spurninginum um nýggj aliloyvi, og landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at størsta varsemi eigur at verða víst í sambandi við nýggj aliloyvi, sigur Bjarni Djurholm.

- Hann roknar við, at endalig støða verður tikin til umsóknina um at ala á Sands vág miðskeiðis í komandi ári.