Eingin annan vegur

Stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Christine Lagarde, sigur, at vinstraflokkarnir í Grikkalandi mugu síggja í eyguni, at sparingarnar, sum eru samtyktar, mugu fremjast í verki, um landið skal koma upp úr tí búskaparliga aldudalinum, sum tað er í.

Tað sigur Lagarde við bretska sjónvarpið ITV, og tá sjónvarpið spurdi hana, hvat hon helt um støðuna hjá vinstraflokkunum í Grikkalandi, svaraði hon:

-Hví eru teir ímóti hesum? Tað er eingin onnur leið.

Alexis Tsipras, sum er formaður í tí vinstrasinnaða grikska flokkinum Syriza, segði í dag, at tað er ein misskiljing, tá fleiri hava fingið ta uppfatan, at grikkar vilja sleppa úr evrusamstarvinum. Samstundis mælti hann týskarum og fransmonnum til at taka undir við tí grikska fólkinum, sum er ímóti sparingunum.