Brasilski verjuleikarin, Alex Alves, royndarvenur hjá KÍ í løtuni, har hann m.a. var við á liðnum, sum spældi ímóti NSÍ mánakvøldið. Hann er úr norðurpartinum av Brasilia, har hitastigini eru ógvuliga nógv, so sigast má, at hann er vanur við annað veðurlag enn tað, sum Føroyar hava at bjóða. Hetta er fyrstu ferð, at Alex er úr heimlandi sínum og roynir síni fótbóltsevni, so tað sigur seg sjálvt, at hann krevur at tillaga seg broyttu umstøðunum. Í venjingardystinu mánadagin royndi hann seg bæði sum miðverjuleikara og sum høgri bakkur, meðan hin brasiliumaðurin á liðnum, Rodrigo, spælir í álopinum.