Tað var 16. mai í ár, at tveir russiskir trolarar vórðu tiknir fyriu at hava fiskað ólógliga í føroyskum øki á Bill Baylie bankanum.
Talan var um trolararnar Ross og Isotop, sum báðir fiskaðu í sama øki. Teir vórðu fylgdir á Havnina, og har varð hald lagt á veiðina, sum hjá Ross var mett til 149.000 krónur og hjá Isotop varð mett til 132.500 krónur. Hartil varð hald eisini lagt á ein trolposa hjá Isotop, sum var 130 millimetrar.
Sektaruppskot varð lagt fyri báðar trolararnar sum skuldu rinda 100.000 krónur umframt veiði og trolposa. Men so long tíð gekk at fáa svar, at myndugleikarnir tann 26. mai kravdu málið fyri Føroya Rætt, og dagin eftir kom málið so fyri.
Endin var, at Føroya Rættur staðfesti ólógligu veiðina, og dømdi skipararnar at rinda 100.000 krónur í bót í part, umframt at hald varð lagt á veiði og trolposa.
Báðir russararnir skutu dómin inn fyri hægri rætt, og málið var so fyri í Eystara Landsrætti mikudagin.
Av tí at annar skiparin var til skips, møtti bert hin, men av tí at málini vóru so lík, metti Landsrætturin, at tey kundu viðgerðast saman.
Skeiv kort
Skiparin segði seg vera í góðari trúgv, tí teir høvdu fingið kort frá myndugleikunum í Murmansk, og tey kortini vístu, at teir fiskaðu í NEAFC-øki í altjóða sjógvi.
Men hetta var kortini ikki so, tí Føroyar hava í 1999 gjørt avtalu við Stórabretland um gráa økið millum londini, so at tað nú er miðlinjan, sum er markið.
Men uttan mun til tað, fiskaðu russisku trolararnir innan fyri føroyska markið, og koordinarirnir, sum myndugleikarnir í Murmansk nýttu, eru frá 1976, og altso undan tí, at føroyska fiskimarkið varð flutt frá 12 út á 200 fjórðingar.
So føroyski ákærin dugdi illa at síggja, hvussu russisku myndugleikarnir ikki vita, hvar føroyska fiskimarkið gongur.
Ført var fram í Eystara Landsrætti mikudagin, at bæði kort og plottaraútskriftir vísa, at trolararnir týðiliga fiska innan fyri føroyska fiskimarkið.
Ákærin førdi fram, at ein annar russiskur trolari úr Murmansk fiskaði í júst sama øki, sum hesir báðir trolararnir gjørdu, og at dómur um hetta frá 2001 fyriliggur. Tá varð víst til júst sama skeiva kort, sum nú verður víst til.
Ákærin vísti somuleiðis á, at russar eru kunnaðir um avtaluna við bretar frá 1999, og hann kravdi tí, at dómurin í Føroya Rætti varð staðfestur.
Váttaði kunngerðina
Sambært frágreiðing frá Árna Ólafson er grundlinjan gjølliga gjøgnumgingin saman við russiska ambassadørinum í Keypmannahavn, og víst var til, at ólógligi fiskiskapurin er farin fram í føroyskum sjógvi eisini undan broytingunum í 1999 í sambandi við avtaluna við bretar.
Jurij Piskarev, russiskur sendiharri í fiskivinnumálum, hevði fund við Fiskimálaráðið, og hann viðgekk, at teir vóru kunnaðir um kunngerðina frá 1999 um avtaluna við bretar.
Russiski skiparin førdi fram, at ongar aðrar koordinatir eru kunngjørdar russum uttan tær frá 1976, men hesum vísti ákærin aftur.
Verjin vísti til nøkur e-mails har sagt verður, at ein feilur er gjørdur í New York, men hetta vísti seg at vera onkur feilur á einari heimasíðu hjá ST.
Somuleiðis vísti verjin til, at skipararnir høvdu givið inn mótmæli í sambandi við ólógligu handtøkuna, sum teir málbóru seg.
Seinna mótmælið varð stílað til bæði Fiskimálaráðið og løgmann, har kravt verður, at ólógliga arrestin verður tikin aftur og at endurgjaldskrav verður reist mótir ólógligu afturhaldingini.
Málið útsett
Rættarsalurin var stúgvandi fullur, tí ein flokkur á Sjómansskúlanum hevði valt at møta upp og fylgja við málinum. Men málið dró út, og tá nýggjur rættarfundur skuldi byrja klokkan 13.30, var ikki annað at gera, enn at útseta málið til víðari viðgerð í Keypmannahavn.
Verjin vísti eisini til almenn føroysk dokument, har lastin varð kannað til tess at staðfesta, at veiðan samsvaraði við dagrapportina. Og har vóru ongar viðmerkingar gjørdar.
Men ákærin vísti til, at hesar »port-of-state« frágreiðingarnar einans verða gjørdar til tess at staðfesta, at veiðan samsvarar við dagrapportina, og ikki tekur hædd fyri, hvar fiskurin er fiskaður.
Sum nevnt varð málið útsett til seinni, men enn er ikki heilt greitt, nær tað verður tikið upp aftur í Keypmannahavn.