Eingin bati í upsaveiðini

Av teimum smáu trolbátunum, eru tríggir norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski, umframt nakað av flatfiski.

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa og øðrum hvítum fiski, eitt nú longu, hýsu og toski.

 

Upsafiskiskapurin er smáligur, soleiðis sum hann hevur verið seinnu árini, og eingin bati er í upsaveiðini.

 

Umframt partrolararnir, sum eru til fiskiskap, eru eisini fýra djúpvatnstrolarar úti. 

 

- Djúpvatnstrolararnir fáa eina blanding av svartkalva, kongafiski og toski. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at allir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í vikuni.

 

Av teimum smáu trolbátunum, eru tríggir norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski, umframt nakað av flatfiski.

 

- Væntandi koma allir trolbátarnir inn at landa í vikuni.

 

Garnaskipini eru eisini í sving, soleiðis sum tey plaga at vera. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.