Eingin borg á hesum sinni

Løgtingsformaðurin má í nøkur ár enn lata sær lynda, at gamla Amtmansborgin er og verður stásiligari enn tinghúsið.

Á fundi við floksformenninar týsdagin fekk hann boðini um, at flokkarnir ikki halda tað verða ráðiligt at brúka einar hundrað milliónir til eitt nýtt og stásiligt løgtingshús.


Vit kunnu øll taka undir við, at hølisviðurskiftini hjá løgtingslimum og flokkunum annars ikki eru av teimum bestu, men at fara undir at byggja eitt stórt og dýrt tinghús nú er ikki ráðiligt, tá so nógv annað liggur á láni.


Men ikki bara tað. Aktuella ætlanin hjá tingformanninum var at ríva gomlu tinghúsini niður - og byggja nýtt og stórt tinghús á sama stað. Fortíðin hevur so ofta sagt okkum, hvussu skeivt tað er at lata tað gamla falla fyri tíðarinnar tonn, heldur enn at nýta framskygni - og finna onkra frægari loysni, sum ikki forkemur tí gamla.


Okkum nýtist bert at líta at umhvørvinum rundan um tinghúsið, har gomul hús og býlingar eru løgd í oyði - alt tí at tað gamla mátti dvína - og at hepna hondin ikki altíð hevur sloppið framat.


Tignarligari eru tey í Tinganesi sloppin frá arbeiðinum, har nýggj skrivstovuhøli eru bygd í gamlan stíl, so at gomlu handilshúsini kundu endurreistast til mikið prýði fyri býin. Havnarborgarar ? og føroyingar annars ? eru stoltir av Tinganesi, har tey byggikønu hava fingið fram gamlan føroyskan byggisið.


Tað er í fínasta lagi, at ein løgtingsformaður hevur í hyggju at fáa tingmonnum frægari hølisviðurskifti. Men tað er ikki í lagi, at hann kalt og kyniskt skal sleppa at beina burtur eina hálvtannað hundrað ára gamla býarmynd í Havn, bara tí at hann ikki heldur húsini vera søguliga áhugaverd. Tað er heldur ikki í lagi, at hann kalt og kyniskt bara skal ignorera tað, at 6.000 føroyingar mótmæla ætlanini. Grundgevingin hjá løgtingsformanninum um, at Amtmansborgin er stásiligari enn tinghúsið er beinleiðis tápulig.


Málið er nú lagt á hillina ? eina tíð í hvussu so er. Okkurt bendir tí á, at málið ikki verður trumfað ígjøgnum ? men kanska væl gjøgnumhugsað, so at fyrilit verður tikið fyri tí gamla.


Tað er ein tignarligur framferðarháttur?