- Av tí, at airbussurin hjá Atlantsflogi ikki flýgur, liggur so at siga allur farmur eftir í Keypmannahavn, eisini Dimmalætting, sum haldarar skuldu havt fingið í dag.
Tað skrivar blaðstjórin á Dimmalætting, Brynhild Thomsen, á heimasíðu Dimmalættingar seinnapartin í dag.
Hon leggur afrat, at lesarar hjá blaðnum kunnu lesa Dimmalætting á netinum.
Brynhild Thomsen vísir á, at hóskvøldið í farnu viku fekk airbussurin hjá Atlantsflogi skaða.
- Skaðin er so mikið álvarsamur, at airbussurin enn ikki er komin á flog aftur. Hetta hevur við sær, at so at siga eingin farmur kemur til Føroya loftvegis í løtuni, heldur ikki Dimmalætting, skrivar blaðstjórin.