Eingin doyving í Klaksvík

Brek er á narkosuútgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Skurðlæknin hevur sagt, at hann ikki fær avgreitt sínar sjúklingar, um viðurskiftini ikki koma í rættlag

Jákup Petersen, leiðandi skurðlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur boðað frá, at hann ikki fær framt ætlaðar skurðviðgerðir, tí brek er á narkosutólunum. Eisini vísir læknin á, at útgerðin til sterilisering av amboðum er gomul og í ringum standi.

 

Við Norðlýsið sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri, at útgerðin er í góðum standi, men at tey í samband við eftirlit eru komin eftir, at væta onkursvegna ikki er absobera, og at narkosutólini tí mugu reinsast og umvælast. Eitt arbeiði, sum ikki kann kann gerast í Føroyum.

 

Við Norðlýsið sigur Heri Ellingsgaard, at tey royna at fáa hendur á øðrum tólum, meðan umvælingin fer fram, soleiðis at skurðviðgerðir kunnu fremjast.