- Eingin eigur at verða happaður

Hans Jacob Joensen, bispur, harmast um forfylgingina av teimum samkyndu. Hann heldur tó ikki, at happing av samkyndum skal skoytast uppí revsilógina. - Happing sum heild skuldi verið forboðin. Um vit fara at nevna bólkar, so eru so nógv sum skulu nevnast, og hini verða útilokað, sigur hann

Sosialurin hevur sett seg í samband við Hans Jacob Joensen, bisp, í samband við málið um tey samkyndu. Nógv hevur verið frammi um forfylging og revsilógina. Summi vilja vera við, at tað eru teir kristiligu leiðararnir, sum hava skyldina fyri forfylgingini.
- Eg kann ikki ímynda mær, at kristiligir leiðarar birta uppundir forfylging. Tað vóni eg í øllum førum ikki, sigur hann.

Uttan fyri rímiligt mark
Bispur er sera harmur um tað, sum er hent teimum samkyndu síðstu tíðina:
- Tað, sum er hent, er uttan fyri alt rímiligt mark. Eingin eigur at vera forfylgdur og útsettur fyri harðskap. Kristiliga sæð eiga øll at viðfarast líka væl. Um onkur ger seg inn á onnur, eigur tað verðsliga valdið at revsa hesi, heldur Hans Jacob Joensen.
Hann heldur tó ikki, at ¬ 266(b) í revsilógini skal broytast soleiðis, at "kynsligur samleiki" verður skoyttur uppí.
- Tað kann geva baksláttur at taka bólkar burturúr. Tað kann júst geva høvi til happing og forfylging. Fyrr í tíðini var tað so vanligt at halda fyri rukku, um tú vart reyðhærdur, kúlutur og tílíkt. Men vit eru øll Guds børn, og tað hoyrir ikki heima at happa. Hvør einstakur hevur ábyrgd fyri sínum gerðum, heldur hann.

Hjúnarlagið fyri mann og konu
Nógv hevur verið tosað um parlag millum samkynd. Bispur sigur, at tey samkyndu eru vælkomin í kirkjuna, men hann undirstrikar tó, at kirkjunnar læra ikki góðtekur eitt hjúnarlag millum eitt par av sama kyni.
- Tað er upp til tann einstaka at gera av, hvat er rætt og skeivt fyri seg. Eingin skal taka eina avgerð fyri ein annan. Men tað kirkjuliga hjúnarlagið, soleiðis sum vit kenna tað, hevur fyrst og fremst sum endamál at tryggja ættina. Sostatt er tað fyri mann og konu. Um landið vil stovna aðrar samlívsformar, so kann landið stovna eina skráseting. Til dømis eru kanska systkin, sum hava liva saman alt lívið, sum kanska vilja skrásetast, til tess at tey kunnu arva hvønn annan. Hetta kundi eisini verið galdandi fyri tey samkyndu. Hetta kundi hjálpt teimum juridiskt. Men Bíblian hevur hjúnarlagið fyri mann og kvinnu, staðfestir Hans Jacob.
Hann heldur, at loysnin á trupulleikanum við happing er, at happing sum heild verður forboðin.
- Eg haldi bara, at vit skulu ansa eftir at nevna einstakar bólkar í lógini, tí at tað eru so nógvir bólkar, sum verða útsettir fyri happing. Og tá ið teir bólkarnir, sum ikki standa í lógini, verða útilokaðir, er einki vunnið. Men "all right"! Um tað ikki kann gerast á annan hátt, so kundu vit helst skoytt "kynsligur samleiki" uppí lógina. Men tú kanst nevna so mangt, sum burdi verið skoytt uppí, sigur Hans Jacob Joensen at enda.