Eingin endalig avgerð um Gadus

Herfyri kom fram, at JFK-Trol í Klaksvík hevur ætlanir um at keypa norska trolaran Gadus, men sum skilst á reiðaranum, Hanusi Hansen, er eingin avtala gjørd millum partarnar enn

Fiskivinna

Málið um keyp av norska trolaranum Gadusi skuldi ætlandi koma undir land tíðliga í hesi vikuni, men eftir øllum at døma hevur hetta drigið nakað út.
Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, segði í stuttari viðmerking í gjár, at enn er eingin endalig avtala gjørd millum partarnar.
Reiðarin ætlar, at Gadus skal koma í føroyska fiskiskipaflotan, tá øll viðurskifti í sambandi við Skálaberg eru avgreidd.
Gadus er smíðaður í Noregi í 1987, men fekk eina stóra umvæling og nútímansgerð í 1996.