- Gud viti, um skiparin á Stelki, Jóhan Eli Poulsen, brúkar annan kalendara enn restin av føroya fólki? Seinastu dagarnar hevur hann givið tveimum av monnunum umborð hvør sín jólapakka. Nú verður spennandi at vita, um skiparin framhaldandi fer at deila tveir ella fleiri pakkar út um vikuna fram til jóla.
Tað sigur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum hevur vitjað umborð á ísfiskatrolaranum. Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini vísir á, at annar av monnunum, sum henda dagin fekk jólapakka frá skiparanum á Stelki, var Kjartan Johansen. Hann undraði seg yvir at fáa jólapakka, tí henda dagin var bara 30. november.
- Men, so gekk upp fyri Kjartani Johansen, at skil møguliga var í skiparanum kortini, tí óiva var hetta ein jólapakki, sum hann ikki hevði fingið síðstu jól. Kjartan var ikki við Stelki síðsta túr fyri jól í fjør, tá jólapakkarnir vórðu deildir út. Pakkarnir hava nevniliga ligið í skiparakamarinum í eitt heilt ár.
Og hvat sigur Kjartan Johansen so um jólapakkan, sum hann fekk umboð á Stelki hin 30. november?
- Jú, eg fekk ein góðan jólapakka við bundnum hosum, og ein pakka við bommum. Hosurnar passa sera væl, hóast eg havi smáar føtur, og hóast bommini helst ikki skulu etast eftir juli 2017, so gottar manningin sær kortini við teimum – og eingin er deyður enn, sigur leggur Kjartan Johansen brosandi aftrat.
Sjómanstrúboðarin veit annars at siga, at Bakur og Stelkur, sum partrola, henda dagin landaðu 120.000 pund av kongafiski og toski til Faroe Origin í Runavík. Teir loystu aftur sama kvøld við nýggjari sending av jólapakkum, sum sjómanstrúboðarin bar teimum umborð.