Klæmint A. Olsen hevur um vikuskiftið gylt høvið til at taka málmet í føroyskum fótbólti. Orsøkin er at eingin leikari nakrantíð hevur skotið fleiri enn 22 mál í bestu deildini, síðani besta deildin fór yvir í at vera 27 umfør í 2005.
Fleiri leikarar hava hesi seinastu 12 árini skotið 22 mál, men merkisvert er, at allir eru steðgaðir upp á talinum 22.
Tað skal tó sigast, at tað áður hava verið skotin fleiri enn 22 mál í bestu føroysku deildini, men at tey málini vóru skotin tá tað vóru spæld 18 umfør. Millum annað kann nevnast at Súni Fríði Barbá í 1995 skoraði 24 mál í 17 dystum, meðan Uni Arge í 1997 skoraði 24 mál í 16 dystum, sum í báðum førum er eitt nógv betri miðaltal enn hvat áleypararnir hava havt seinastu nógvu árini.
Útlitini fyri at Klæmint A. Olsen kann koma uppum tey 22 málini skuldu verið rímiliga góð. NSÍ skal í seinasta umfarinum spæla móti grannunum úr B68, sum fyri langari tíð síðani eru fluttir niður í næstbestu deildina, og tí eru stór útlit fyri at Klæmint A. Olsen fer at koma á máltalvuna leygardagin.
Tað er tó ikki heilt víst at Klæmint A. Olsen gerst toppskjútti í ár. Páll A. Klettskarð er í løtuni tvey mál aftanfyri Klæmint, og um hann fær hattrick í Fuglafirði í seinasta umfarinum, meðan Klæmint einki mál fær á Toftum, fer Páll A. Klettskarð framvið Klæmint A. Olsen, sum tó ikki er serliga hugsandi.
Eydnast tað Klæmint A. Olsen at gerast toppskjútti aftur hetta kappingarárið, er tað fjórða árið upp í slag, at hann gerst toppskjútti.
Toppskjúttar í føroyskum fótbólti síðani kappingin fór yvir í 27 umfør í 2005:
2015: Klæmint A. Olsen (NSÍ) 21 mál
2014: Klæmint A. Olsen (NSÍ) 22 mál
2013: Klæmint A. Olsen (NSÍ) 21 mál
2012: Clayton Soares (ÍF) & Páll A. Klettskarð (KÍ) 22 mál
2011: Finnur Justinussen (Víkingur) 21 mál
2010: Arnbjørn Hansen (EB/Streymur) & Christian Høgni Jacobsen (NSÍ) 22 mál
2009: Finnur Justinussen (Víkingur) 19 mál
2008: Arnbjørn Hansen (EB/Streymur) 20 mál
2007: Sylla Davy (B36) 18 mál
2006: Christian Høgni Jacobsen (NSÍ) 18 mál
2005: Christian Høgni Jacobsen (NSÍ) 18 mál