- Eingin er útihýstur

Hóast trý sersambond ikki sluppu á fund við hini sersambondini, so avvísir komandi forsetin, at nakar er útihýstur.

Sjáldan hevur so stórt fokus verið á ein aðalfund hjá ÍSF, sum tað er til ársins aðalfund, ið verður hildin í kvøld. Stórur spenningur er knýttur at fundinum, tí veruligi vandi er fyri, at savnaði felagsskapurin fyri føroyskan ítrótt skrædnar í kvøld.


Í døgunum upp til fundin hava trý feløg, Svimjisamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya og Flogbóltssamband Føroya, gjørt vart við sína ónøgd á framferðarháttin hjá hinum feløgunum, og millum linjurnar hava tey gjørt greitt, at um tey føla seg útihýst á fundinum í kvøld, so er tað ein møgulig orsøk til at taka seg úr ÍSF.


Sostatt eru nógvar óvissur knýttar at aðalfundinum í kvøld, men frammanundan er greitt, at Elin Heðinsdóttir Joensen, verður vald til forkvinnu.


Trettan út av sekstan sersambond hava nevniliga sligið seg saman og peika á Elin Heðinsdóttir Joensen, meðan tey trý, ið ikki vóru boðin við á fundin, ikki hava nakað mótvalevni.


Samstundis hava tey trettan sersambondini valt at peika á fýra valevnir, ið skulu manna starvsnevndina, meðan hini trý sersambondini hava peikað á tvey valevnir.


Sostatt er greitt, at tað er lagt upp til stríðsval á aðalfundinum í kvøld, har trettan sersambond hava sligið seg saman um nýggjan forseta og alla nevndina, meðan trý sersambond eru á hini síðuni.


Hóast alt bendir á, at Elin Heðinsdóttir Joensen harvið tekur við valdinum mitt í svárastu kreppuna í søguni hjá ÍSF, so hevur hon góðar vónir um, at hon megnar at savnar partarnar.


- Eg vóni ikki, at tey trý melda seg úr ÍSF. Eg havi sett mær sum mál at finna eitt felags stev. Tað fer at taka tíð, og eg fari at lurta eftir øllum partum, og vónin er so at gera broytingar, ið øll kunnu verða samd um. Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað er gott fyri ÍSF, at feløg melda seg úr, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.


Spurd um tað ikki er ein andsøgn, at man ynskir eitt felags stev, tá trettan sersambond hava peikað á forsetan og eina heila nevnd, uttan at trý sersambond eru sloppin upp í part, dugir komandi forsetin ikki at síggja nakað galið við mannagongdini hjá teimum trettan sersambondunum.


- Tað er einki sersamband, ið er útihýst, og á fundunum millum tey trettan sersambondini hevur ikki verið arbeitt við nøkrum ítøkiligum máli. Tað einasta, ið hevur verið á skránni, er at finna valevnir, og har hevur verið roynt at funnið neutral valevnir, ið kunnu arbeiða fyri allan føroyskan ítrótt. Endamálið hevur verið at fáa starvsnevndina at virka aftur, eftir at hon hevur ligið í dvala, sigur komandi forsetin og leggur afturat.


Hóast tað er lætt at hugsa, at tá tey trettan sersambondini hava peikað á síni umboð, so fara tey eisini at velja tey, so vil Elin Heðinsdóttir Joensen vera við, at tað er tað eingin trygd fyri.


- Tað er eingin, ið hevur sagt, at tey valevnini, ið tey trettan sersambondini hava skotið upp, verða vald. Tað vita vit ikki fyrr enn í kvøld. Tað kann gott vera, at hini uppskotini verða vald í starvsnevndina.


Partur av stríðnum botnar eisini í, at sersambondini eru ósamd í einum býtislykli, ið skal býta veddinginapeningin millum sersambondini. Komandi forsetin tykist tó ikki at vera klár at gera nakrar broytingar í løtuni.


- Øll sersambondini hava verið við í arbeiðinum at gera býtislykilin, og avgjørdu, at hann skal roynast í fýra ár. Eingin sigur, at hann ikki kann broytast, men tað virkar keðiligt at gera tað, áðrenn hann er komin í gongd.