Eingin føroyingur staðfestur smittaður í løtuni

47 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og eingin er staðfestur smittaður.

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru allir staðfestir frískir. Hetta byggir á í alt 8.450 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Leggjast kann afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.180 kanningunum.  

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.