Tunnilstrygd
Hóast tað á pappírinum púra einki stendur til við tunnilstrygdini í Føroyum, er tað tryggari at koyra í gjøgnum føroysku tunlarnar, enn tað er at koyra á føroysku vegunum, sigur landsvekfrøðingurin.
Nú komið er fram, at Vágatunnilin kanska verður seinkaður orsakað av manglandi trygdarútgerð, verður spurningur eisini settur við, hvussu til stendur í øllum hinum tunlunum í Føroyum.
Til tað svarar Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðinguri, stutt og greitt, at eingin teirra lýkur tey ásettu trygdarkrøvini.
Tað ljóðar beinanveg ógvusligt, og tí verður spurt, um teir so ikki verða stongdir við brestin.
Men so verður ikki, sigur landsverkfrøðingurin. Tí so vandamiklir eru teir kortini ikki,
?Í grundini er tað tryggari at koyra í føroysku tunlunum, enn tað er at koyra á vegunum, sigur hann.
Teir nýggju fyrst
Grundin til, at hesi krøvini nú verða sett Vágatunlinum, er, at gjørt er av, at galdandi trygdarreglur skulu lúkast av øllum føroyskum tunlum. Og avgjørt er eisini at byrja við teimum nýggju og síðan taka teir verandi, so hvørt umvælt verður ymsastaðni.
Vágatunnilin verður so tann fyrsti, sum nýggju trygdarkrøvini raka, og síðan koma Gásadalstunnilin og Norðskálatunnilin, sigur landsverkfrøðingurin. Gásadalstunnilin, tí hann eisini er nýggjur og ikki letur upp, fyrrenn øll krøvini eru uppfylt, og Norðskálatunnilin, tí hann nú verður umvældur frá botni av, so at siga.
?Men talan verður ikki um at steingja nakran tunnil orsakað av manglandi trygdarútgerð, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Sama støðan er galdandi í Noreg, sum vit hyggja nógv at, tá tosað verður um tunlar og tunnilstrygd í Føroyum. Har eru eisini heilt nógvir tunlar, sum ikki lúka galdandi trygdarkrøv, vísir landsverkfrøðingurin á.
Hann ásannar, at tað hevur ikki verið gjørt so nógv burtur úr trygdini, tí eingin orsøk, so at siga, hevur verið til tess. Tað hevur gingið fínt, og so leingi einki hendir, er eingin, sum hugsar um slíkt.
Tað kemur nokk
?Soleiðis er tað vanliga, sigur Oyvindur Brimnes og vísir til Estoniu vanlukkuna. Aftan á hana skuldi knappliga bæði eitt og annað gerast við ferjurnar. Bógportrini vórðu sveisað aftur og so framvegis.
Tunlar tosaði eingin um soleiðis, fyrr enn tann stóra vanlukkan hendi niðri í Alpunum. Tá varð farið at hyggja at, hvussu til stóð við tunlunum kring heimin, og ásannað varð skjótt, at tað stóð einki til nógvastaðni, vísir landsverkfrøðingurin á.
Um føroysku tunlarnar sigur hann, tunnilin millum Kaldbaksbotn og Signabø ivaleyst er tann tryggasti, vit hava í dag, men hann lýkur heldur ikki øll av teimum krøvum, sett verða.
Væl hevur Tórshavnar Kommuna at kalla alla ta trygdarútgerð, sum finst í dag, men inni í tunlinum mangla bæði eldsløkkjarar og telefon, vísir landsverkfrøðingurin á.
?Tað kann vera gott nokk at hava útgerðina uttanfyri, men tað er í grundini inni í tunlinum, hon eigur at vera. Tí ofta hevur tað víst seg, at tá brandmenninir koma fram, er ov seint, hóast teir bera heilt skjótt at, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.