Ovurfisking kann sambært einum nýggjum dokumentarfilmi hava við sær, at eingin fiskur verður eftir í heimshøvunum um 40 ár Filmurin, sum hevur fingið heiti «The End of the Line», kemur til ta niðurstøðu, at tá fiskurin hvørvur, fara 1,2 milliard fólk at líða hungur.
Tey, sum hava gjørt filmin, geva fleiri skyldina av, at fiskurin kann hvørva. Filmurin hartar fólk, sum eta fiskasløg, ið eru í vanda fyri at doyggja út, og fiskimenn, sum fiska meiri enn sínar kvotur.
Tað hevur tikið meiri enn tvey ár at gera filmin, ið byggir á samrøður, sum tíðindamaðurin Charles Clover hevur havt við politikarar, granskarar, fiskimenn og onnur, ið hava tilknýti til fiskivinnu.