Eingin fótbóltur um vikuskiftið

FSF hevur valt at binda um heilan fingur og at avlýsa allar dystir

Vetrarveðrið í mars rakar nú fótbóltin av álvara.

 

Um vikuskiftið var ætlanin at avgreiða 2. umfar í Betrideildini hjá monnum: 

 

ÍF-EB/Streymur (leygardagin)

 

AB-KÍ

 

B36-07 Vestur

 

TB-HB

 

B68-Víkingur

 

FSF boðar nú frá, at hetta umfarið er flutt til 12. apríl.

 

Dystirnir sum skuldu leikast í 1. umfarinum í Betrideildini hjá kvinnum um vikuskiftið eru fluttir til 3. mai. 

 

Dystirnir sum skuldu leikast í 2. umfarinum í 1. deild hjá monnum um vikuskiftið eru fluttir til 11. apríl. 

 

1. umfar hjá 2. deild monnum er flutt frá 11. mars til 1. apríl.

 

1. umfar hjá U21 monnum er flutt frá 13. mars til 15. mars.