Olaf Scholz: Eingin friðarloysn í eygsjón

- Ein friðarloysn er langt burtur, tí russiski forsetin heldur framvegis, at hann kann tvinga eina friðarliga loysn millum londini.

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, sum saman við øðrum evropeiskum ríkisleiðarum nýliga hevur vitjað í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, er ikki bjartskygdur um eina friðarloysn í krígnum.

 

- Ein friðarloysn er langt burtur, tí russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur framvegis, at hann kann tvinga eina friðarliga loysn millum londini, segði samveldiskanslarin í týska tjóðartinginum. 

 

Í hesum liggur sjálvsagt, at ein slík loysn byggir á treytir, sum Russland setir - og ikki á rættindini hjá Ukraina sum sjálvstøðug tjóð.

 

Olaf Scholz legði dent á týdningin av, at vestanlond heilhjartað stuðlað Ukraina. 

 

- Tað er týdningarmikið, at vit halda fast um revsititøkini móti Russlandi, og at hildið verður fram við vápnaveitingum til Ukraina.

 

Samveldiskanslarin legði eisini dent á týdningin av, at vesturheimurin heldur fram við at veita Ukraina fíggjarliga hjálp - heilt til Putin sær sítt ovurmikla mistak, sum hann tók til.