Í frágreiðing, sum løgtingsgrannskoðararnir løgdu fyri Løgtingið í dag um fíggjarviðurskiftini á Strandferðsluni í fjør stendur, at roknskaparviðurskiftini á stovninum hava verið ógreið og ikki nøktandi.
Allir partar fáa sítt.
Um leiklutin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Johan Dahl, skriva løgtingsgrannskoðararnir:
-Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.
Vinnumálaráðið fær eisini av at vita. Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at ráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag. Teir vísa á, at í oktober í fjør segði ráðið seg ikki hava álit á tølunum hjá Stranferðsluni, men at ráðið kortini góðkendi roknskapirnar hjá stovninum uttan viðmerkingar.
Løgtingsgrannskoðararnir siga eisini, at samskiftið ímillum Strandfaraskip Landsins og vinnumálaráðið/landsstýrismannin var óskipað, ógreitt og skiftandi, og teir halda ikki, at játtanar og fíggjarviðurskiftini á Strandferðsluni eru handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðsluni, aðalstýrinum ella landsstýrismanninum.
Løgtingsgrannskoðararnir eru eisini misnøgdir við, at teir ikki vórðu kunnaðir, tá landsstýrismaðurin bað um eina serliga grannskoðan av fíggjarstøðuni hjá Strandfaraskipum Landsins.
Tikin til eftirtektar
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur á heimasíðuni hjá vinnumálaráðnum, at hann tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í málinum um Strandferðsluna til eftirtektar.
-Hyggur landsstýrismaðurin aftur um bak við teirri vitan, hann nú hevur, skuldu hann og umsitingin skjótari tikið neyðug stig fyri at fingið viðurskiftini í rættlag, skrivar landsstýrismaðurin.
Fýra tinglimir manna løgtingsgrannskoðararnar. Teir eru Reimund Langaard, Joen Magnus Rasmussen, Eyðgunn Samuelsen og Høgni Hoydal.