Eingin handtikin í neyðtøkumálinnum

Tá Sosialurin mánadagin skrivaði, at onkur var handtikin í neyðtøkumálinum, so er hetta ikki so. ? Eingin er handtikin í málinum, sigur Hans Djurhuus, sýslumaður Løgreglan í Klaksvík kannar framvegis málið um neyðtøku í Klaksvík tíðliga leygarmorgunin í síðstu viku.

Løgreglan er í løtuni í holt við at skapa sær yvirlit yvir hvat tað var, sum fór fram hendan leygarmorgunin.

- Vit hava fingið ábendingar um, hvat hendi, men tað ber illa til at siga nakað, fyrr enn vit hava fingið fullu myndina, sigur Hans Djurhuus, sýslumaður í Klaksvík.

Tað eru nøkur vitni avhoyrd í málinum, og løgreglan hevur sínar mistankar.

- Tá eitt slíkt mál tekur seg upp, er onkur sjálvandi undir illgruna. Men eingin er handtikin í málinum enn, leggur sýslumaðurin dent á.

Hans Djurhuus torir einki at siga um, hvussu drúgva tíð kanningin fer at taka. Higartil hava teir handfarið málið sjálvir á løgreglustøðini í Klaksvík, men sýslumaðurin sigur, at vísir málið seg at gerast ov tíðarkrevjandi, hava teir altíð møguleika fyri at biðja um hjálp frá kriminaldeildini í Havn.

- Higartil hava vit so gjørt kanningararbeiðið sjálvir her norðuri, sigur Hans Djurhuus.

Sýslumaðurin sigur, at hann fær ikki úttala seg stórt meiri fyrr enn kanningarnar eru lidnar.

- Og nær tað verður, ber ikki til at siga í løtuni, sigur Hans Djurhuus, sýslumaður, við Sosialin.