Eingin hevur tað so gott sum vit í Føroyum

- Eg helt ikki, at eg hevði ráð at fara at læra, tí eg júst hevði keypt mær eina nýggja súklu upp á avbetaling. Súklan kostaði 290 krónur, og eg hevði bara goldið tær fyrstu 150 krónurnar. Pápi mín bað meg bara fara kortini, tí hann skuldi gjalda tað, sum eftir var av súkluni, sigur Alma Petersen, sum í mong ár hevur seymað arbeiðsklæði til fólk innan heilsuverkið, heimarøktina og ymiskar fyritøkur

Konubrot

- Vit høvdu matvøruhandil í 16 ár, og tá ið sølan minkaði, avgjørdi eg knappliga ein dagin, at vit skuldu gevast at handla. Vit lýstu við, at vit fóru at lata aftur. Maðurin, sum var sjúkur av sukursjúku, spurdi, hvussu vit skuldu klára okkum. Hann vildi helst ikki, at eg fór út aftur at arbeiða. Eg hevði arbeitt úti sum yngri, bæði hjá P/F Sjóklæðum og í fiski. Sum blaðung lærdi eg at seyma, og eg hevði altíð fingist við at seyma, eisini meðan vit høvdu handilin. So, eg leyp bara út í tað og bjóðaði meg fram til at seyma klæðir til arbeiðsfólk - buksur, tunikur, kitlar og annað. Nú havi eg seymað burtur av í meira enn 20 ár, og tað hevur gingið hampiliga væl.
Tað sigur 72 ára gamla, Alma Petersen,
sum øll hesi árini hevur havt egna seymistovu í Klaksvík.
Maðurin, sum tíðliga gjørdist sjúkur av sukursjúku, doyði í 1988 og annar av synunum  triðja barnið í røðini av fýra, doyði av sjúku í 1999 í bestu árum.
Alma og maðurin fingu fýra børn í seks ár, harav tey trý í trý ár.

Lærdi at seyma
Men hvussu byrjaði Alma so at seyma:
- Eg vil siga, at tað vóru foreldur míni, sum koyrdu meg út at læra at seyma, meðan eg enn var blaðung. Mamman helt, at ein genta, sum dugdi at seyma, kundi so nógv í einum húsarhaldi. Hon vildi hava meg at læra hjá Idu Purkhús, ið seymaði fyri fólk.
Tíðirnar tá vóru ikki, sum tíðirnar eru í dag.
- Eg helt ikki, at eg hevði ráð at fara at læra, tí eg júst hevði keypt mær eina nýggja súklu upp á avbetaling. Súklan kostaði 290 krónur, men eg hevði bara goldið tær fyrstu 150 krónurnar. Pápi mín bað meg bara fara kortini, tí hann skuldi gjalda tað, sum eftir var av súkluni, segði hann.
Alma sigur, at síðan hon lærdi at seyma hjá Idu fyri meira enn hálvari øld síðan, seymaði hon sum ung til sín sjálvs og til tey fýra børnini, hon og maðurin fingu.
- Klæðini til børnini seymaði eg mest burtur úr brúktum klæðum.
Alma byrjaði longu at seyma arbeiðspløgg av ymiskum slagi, áðrenn tey góvust við matvøruhandlinum, og soleiðis hevði hon bæði handilin og seymivirksemið í eina tíð.

Sá møguleikarnar
- Tá ið eg byrjaði at síggja møguleikar í at seyma burtur av, fór eg ein túr niður til Danmarkar og keypti mær eina overlookara-maskinu, sum kostaði góðar 20.000 krónur. Síðan keypti eg eina stykkumaskinu í Havn fyri einar 7.000 krónur. Eisini bílegði eg mær 500 metrar av hvítum toyi, sum eg ætlaði mær at seyma innaftur, sum hon tekur til.
Soleiðis byrjaði seymivirksemið hjá
Almu av álvara og framvegis í dag, nú hon er 72 ára gomul, situr hon við seymimaskinuna, eins ófør og hon altíð hevur verið.
Sjálv heldur hon, at tað gongur ikki líka so skjótt nú, sum tað gjørdi, tá ið hon var í bestu árum, men eingin ivi er um, at Alma dugir síni "ting"  betur enn tey flestu.
Sum árini gingu, keypti Alma sær fleiri og fleiri maskinur, eitt nú til knappahol og knappar, og hetta eru alt góðar og dýrar maskinur.
- Eg haldi, at tað gongur ov seint við einari vanligari seymimaskinu, og eg haldi heldur ikki, at tær høvdu hildið til tað arbeiði, eg skal brúka tær til.
Í dag hevur hon átta ymiskar maskinur standandi í stóru og rúmligu húsunum á Stoksoyrarvegnum, har hon býr og hevur sítt virksemi.

Sjálvbjargin kvinna
Tá ið tú kemur innar í lutfalsliga lítla seymirúmið í kjallarahæddini á húsunum, ivast tú onga løtu í, hvat tað er, sum Alma fæst við. Maskinur, trillur og toy fylla meginpartin av rúminum, soleiðis at lítið gólvpláss er eftir.
- Jú, her eru nógvar maskinur, men eg brúki bara eina í senn, sigur hon við einum smíli.
Alma er ófør at práta, og hon veit ein heilan hóp.
- Lívið hevur ikki altíð verið so lætt, men eg eri ógvuliga glað fyri lívið og heilsuna, og mær dámar væl at arbeiða.
Hon sigur, at nú hon er pensjónerað, er ikki neyðugt hjá sær at dríva so nógv á.
- Nú havi eg verið so forkølað í longri tíð, og eg havi heldur ikki havt so nógv inni, men eg seymi at kalla hvønn dag. Tá ið mest hevur verið at gera, havi eg havt onkran at hjálpa mær, men fyri tað mesta havi eg verið einsamøll.
Størsti parturin av virkseminum hjá Almu hevur verið at seymað buksur, tunikur og kitlar til viðskiftafólk innan sjúkrahúsverkið, heimarøktina og til ymisk arbeiðspláss, sum brúka slík klæði.
- Eg havi soleiðis seymað til sjúkrahúsið her í Klaksvík og á Tvøroyri, men torført hevur verið at sloppið framat á Landssjúkrahúsinum.
Hon sigur, at tað eru summir stovnar, sum heldur vilja keypa útlendskt, hóast tað hvørki er betri, ei heldur bíligari.
- Eg havi valt at seymað burtur úr góðum toyi, sum eg keypi úr Týsklandi um ein danskan umboðsmann. Áður keypti eg toy úr Italiu.
Alma hevur ongantíð selt toy, men hevur keypt toyið heim til sín sjálvs at seyma.
- Nei, eg selji ikki toy í kapping við onnur. Tó havi eg onkuntíð latið nakrar metrar burtur av mínum toyi, um onkur hevur verið inni á gólvinum og hevur havt brúkt fyri júst tí toyi, eg havi.

Útferðarhugur
Seinnu árini hevur Alma ferðast nógv uttanlands, og sjálv sigur hon skemtandi, at henni dámar at ferðast fyri tað, sum "leypur" av.
- Mær dámar væl at ferðast, og mær dámar væl at síggja, hvussu onnur fólk liva.
Saman við ommudóttrini, sum er einasta ommubarn hon eigur, hevur hon verið í Peking fyri nøkrum árum síðan, og seinasta vár var hon í Ísrael.
Alma Petersen hevur eisini verið í Italiu og í londunum her uttan um okkum  og nú í komandi mánaði fer hon til Póllands ein túr.
- Eg haldi, at eingin hevur tað so gott, sum vit í Føroyum hava tað. Vit grenja og finnast at, men eg haldi, at tann, sum ikki hevur tað gott í Føroyum, hevur skyldina av tí sjálvur.
So avgjørd er hon.
- Vit kunnu hava tað gott fyri tað, um vit ikki kunnu skalta og valta, sum vit vilja, sum hon tekur til.
KvinnuSosialurin ynskir Almu Petersen nógv góð ár aftrat við seymimaskinuni.