- Sum løgtingslimur hevur Marjus Dam einki gjørt fyri at loysa parkeringstrupulleikarnar í Hoydølum, og neyvan hevði hann staðið við okkara lið, um ein vanlukka hendi - og hjálpin ikki slapp fram, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari á Føroya Studentaskúla.
Marjus Dam, løgtingsmaður, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann hartaði Studentaskúlan í Hoydølum og rektaran fyri at hava burturvíst ein næming, sum hevði parkerað har, hann ikki skuldi og soleiðs hevði brotið trygdarreglur skúlans. Marjus Dam beinleiðis eggjaði næmingarnar til at gera uppreistur, tá hann á Rás2 hósdagin segði seg ikki skilja, at næmingarnar góðtaka slíka viðferð.
- Hatta høvdu stundentaskúlanæmingar ikki funnið seg í, tá eg gekk í Hoydølum fyri 30-40 árum síðani, segði hann.
Í almennum skrivi, sum Mikkjal Helmsdal, rektari hevur sent miðlunum, nú málið varð loyst, vísir hann á hesar hørðu ákærur frá Marjusi Dam:
- Leiðsla skúlans fær í hesum døgum harðar ákoyringar frá m.a. Marjus Dam, ið sum løgtingslimur einki hevur gjørt fyri at loysa parkeringstrupulleikarnar hjá skúlanum. Men onkursvegna kenni eg á mær, at teir politikarar, sum harta skúlan fyri at taka ábyrgd av einum trupulleika, ið teir sjálvir áttu at loyst, neyvan høvdu staðið við okkara lið, um ein vanlukka veruliga var hend, og skaði ella mist mannalív stóðust av, at tað ikki bar til hjá sjúkra- ella sløkkiliðsbili at sleppa fram til skúlan í tøkum tíma, sigur Mikkjal Helmsdal.