Týska heilivágsfyritøkan CureVac arbeiðir við at menna koppsetingarevni ímóti covid-19, og Europeiska Samveldið (ES) hevur bílagt stórar mongdir av av hesari vaksinu.,
CureVac upplýsti í gjár, at seinasta royndin við vaksinuni vísti, at hon var bert 47 prosent effektiv ímóti covid-19. Tað er ov lítið til at verða tikin í nýtslu, og CureVac má tí arbeiða víðari við vaksinuni.
Danmark – haðani Føroyar fáa koppingarevni – ætlaði at brúka hesa koppseting frá í summar, men tað verður av ongum. Eisini vaksinurnar hjá AstraZeneca og Johnson & Johnson eru lagdar á hillina fyribils, og tí skulu londini í ríkisfelagsskapinum klára seg við Pfizer, sum verður brúkt í Føroyum og Danmark, og Moderna, sum verður brúkt í Grønlandi og Danmark. Danmark hevur brúkt minni mongdir av Johnson & Johnson í sjálvbodnari koppseting.
48,5 prosent av føroyingum hava nú fingið minst eitt prik við Pfizer vaksinuni.